Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innskriving í býráðshøllini

Dávur Winther

Í dag varð skipað fyri felags innskriving í býráðshøllini í Klaksvik. Hetta er fyrsta ferð at innskirivingin er roynd á henda hátta. Fyrr hevur verið innskrivað í skúlunum.

Í dag varð skipað fyri felags innskriving í býráðshøllini í Klaksvik. Hetta er fyrsta ferð at innskirivingin er roynd á henda hátta. Fyrr hevur verið innskrivað í skúlunum.

Roknað verður við, at um 70 næmingar verða innskrivaðir, so tlana verður um tríggjar flokkar. Í fjør vóru tveir flokkar upptiknir í Skúlanum við Ósánna, tí verður býtt um, soleiðis, at í ár fara tveir fyrstu flokkar í Skúlan á Ziskatrøð og ein í Skúlan við Ósánna.

Eru fleiri enn 26 næmingar í einum flokki, verður næsti flokkurin skipaður – tí kann roknast við at talan verður um tíggjar flokkara við o.u. 23 næmingar í hvørjum flokki.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim nýtt høvið at heilsa uppá næmingarnar og foreldrini, nú innskrivað varð í býráðshøllini. Eisini Óli Jákup Joensen, skúlastjóri við Skúlan á Zistrøð var framvið og heilsaði uppá.

Jú, spennandi er hjá mongu børnunum at sleppa í skúla, og tey fingu eisini eitt penalarhús frá skrivstovudamunum hjá skúlunum, so sigast kann at fyrireikingin er longu byrjað.