Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu minkandi

John William Joensen

Um íløgurnar, sum ætlanin er at fremja skulu gerast veruleiki, verður neyðugt hjá býráðnum at finna aðrar útvegir fyri fígging nú inntøkurnar minkað, sigur borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen.

– Vit verða noyddir at taka lán og hækka skattin um ætlanirnar hjá býráðnum skulu fremjast sigur borgarstjórin, nú inntøkurnar seinastu tveir mánaðarnar hava verið knappar tvær milliónir minni enn um somu tíð í fjør.
Samstundis vísa framrokningar frá Toll og Skatt at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu verða umleið fýra milliónir minni komandi ár, og sambært borgarstjóranum merkir hetta, at býráðslimir verða noyddir at tillaga íløgurnar til broytta inntøku grundarlagið ella fíggja íløgurnar við hægri skatti og lántøku.
 
Trupult at fremja sparingar
Í løtuni sita tey, sum mannað fráfarandi býráð, og arbeiða við at fáa fíggjarætlanina fyri 2005 endaliga samtykta. Hon skal fyri seinastu ferð samtykjast á býráðsfundi um góðar tvær vikur. Nývalda býráði tekur ikki við fyrr enn 1. januar 2005.
– Vit hava gjørt eina serætlan við íløgum, sum beinleiðis hava tilknýtið til Norðoyatunnilin. Í hesi ætlan er vegagerð, útfyllingar, ídnaðar/góðshavn, miðbýur og annað, og um allar hesar ætlanir skulu fremjast, so verður eitt rættuliga stórt undirskot á fíggjarætlanini fyri 2005, sigur Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri.
– Nógvar av íløgunum eru neyðugar og tí er týdningarmikið at vit finna tað røttu raðfestingina.
Spurgdur um sparingar í rakstrinum, sigur borgarstjórin at um býráði skal gera munandi sparingar so kemur hetta at raka virksemið hjá kommununi.
– Ein tann stórsti posturin er barnaansingin, har vit enn ikki hava nøkta tørvin og tí hevði ein sparing á hesum økinum merkt at vit høvdu færri ansingarpláss, sigur borgarstjórin, sum tó vantar at býráði finnur eina loysn sum allir partar kunnu liva við áðrenn býráðsfundin um góðar 14 dagar.
 
Skattainntøkan minkar
Seinastu mongu árini hevur Klaksvíkar Komuna havt ein stóran inntøkuvøkstur, men eitt nú kreppan í alivinnuni ger at í ár far Kommunan munandi minni í partafelagsskatti enn undanfarin ár. Eisini verður roknað við at skattur frá øðrum virksemið sum eitt nú peningastovnar verður minni í ár, og komandi ár.