Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu seta met

John William Joensen

Jógvan Skorheim, borgarstjóri staðfestir at inntøkurnar hjá kommununi fara neyvan at vaksa eins nógv sum tær hava gjørt seinastu árini, av tí at arbeiðsloysið er minkað nógv, og at stóra uppisjóvarkvotan ikki er longur. Tí varð neyðugt at hækka skattaprosenti fyri at fáa ta stóru íløguna í nýggja skúlan framda í verki, samstundis sum skuld verður afturgoldin.

– 2014 gjørdist eitt sera gott ár hjá Klaksvíkar Kommunu. Men tann stóri vøksturin í inntøkunum sum vit hava sæð líka síðan kreppuna í 2008 er nú burtur og tí kunnu vit ikki longur rokna við at inntøkurnar fara at halda á við at vaksa.

Í 2013 var skattaprosenti 21,75 og tá komu 150,8 mió. kr. inn í persónsskatti. Í 2014 var skattaprosenti 21,5 og á fíggjarætlanini mettu vit at tað fór at komu tilsamans 153,5 mió. kr. inn og hetta var væl mett tí við ársenda 2014 vóru komnar 153,4 mió. kr. inn í kommunukassan í persónsskatti.

Í fíggjarætlanini fyri 2015 meta vit at vit fáa 158 mió. kr. inn og tá hava vit hækka skattaprosenti til 22.

Harleyfacadeacryl