Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá kommununi minkað hóast hægri skattaprosent

John William Joensen

– Tað er neyðugt at halda fast við tær sparingar, sum eru framdar samstundis sum vit kanna møguleikar fyri at økja um inntøkurnar, sigur Gunvá við Keldu borgarstjóri

– Frá 1. januar hækkaði skattaprosentið í Klaksvíkar Kommunu 1% men hóast hetta eru færri skattakrónur komnar í kommunukassan í januarmánaða. Samanbera vit tølini fyri januarmánaða við sama tíðarskeiði í fjør, so hevur Klaksvíkar Kommunu fingið gott 5% minni inn í januar-mánaða.

– Ein orðsøk er sjálvandi at Kósavirkið framhaldandi liggur stilt og at fiskaprísirnir framhaldandi eru lágir.

– Eg eri sannførd um at tað er neyðugt at halda fast við og gjøgnum føra tær sparingar – sum eru settar út í kortið.

– Harafturat verða vit noydd til at hyggja eftir um tað eru økir har vit kunnu rationaliseringar.

– Hinvegin er tað minst líka neyðugt at vit royna at finna fleiri inntøkur og har eru vit í løtuni við at viðgera ymiskar møguleikar, sum eitt nú liggja í Djúphavnini í Ánunum og aðrastaðni.

– Eisini mugu vit meta um hvørjar tænastur vit hava ráð til at veita borgarum – og fremja neyðugar raðfestingar, sigur Gunvá við Keldu

Skattainntøkurnar minka hjá kommununum
Sambart TAKS fingu Kommunurnar 96,9 mill. kr. inn í skatti í januar 2009 móti 98,4 mill. kr. í 2008.

Landskassin fekk góðar tvær milliónir krónir meira inn í januar 2009 samanborið við somutíð í fjør.