Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar svíkja hjá Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

Inntøkuvøksturin hjá kommukassanum hevur verið umleið 4% í januar og februar, men mars mánaði sveik – inntøkurnar minkaðu heili 10%

Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur at tað vísir eg altíð at onkur máni gevur munandi minni í kommunukassan enn aðrir og tað er  m.a. orðsaka av nær hýrir og annað verður útgoldið.

– Vit hava verið varnir í intøkumetingini fyri 2008 og hava hildið okkum til ein vøkstur um tey fýra til fimm prosentini.

– Hetta samsvarar eisini væl við útmeldingarnar hjá landsbankanum, sum metur ein vøkstur uppá 4,7%.

– Vøksturin fyri januar og februar hevur ligið í miðal um 4%, men tølini fyri marsmanaða vóru ikki góð.

– Inntøkurnar hjá Kommuni vóru umleið 10% minni enn tær vóru í um somu tíð í fjør.

Undirskotið møguliga størri
Borgarstjórin sigur at á fíggjarætlanini fyri 2008 hevur býráði mett inntøkurnar til 140 milliónir krónur í mun til tær 134 milliónir krónurnar, sum býráði fekk í kassan í 2007.

– Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur eitt undirskot uppá 12 milliónir krónur við rentum og avdráttum – men um inntøkurnar ikki halda sær, so kann hetta undirskotið gerast størri.

– Vit fylgja sera væl við búskaparligu gongdini og verður neyðugt at justera fíggarætlanina – so verður tað eisini gjørt, sigur borgarstjórin.