Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar yvirhálað skuldina

John William Joensen

– Men skulu vit uppnáa skuldarfrælsi, skal haldast fast komandi árini

Enn megna vit at gjalda tað í skatti, sum roknað varð við í 2002. Tað er fyri seks teir fyrstu mánaðirnar í ár blivið til góðar 50 mió. kr., sum borgararnir hava latið í kommunukassan. Væntandi koma enn fleiri krónur inn í seinnu hálvu av árinum.
Hetta sæst av nýggjasta hálvársroknskapinum hjá kommununi.
Roknskapurin vísir, at kommunan higartil hevur brúkt knappar 30 mió. kr. til rakstur av kommununi, t.v.s. til vegir, skúla, heilsumál, umsiting o.a.
Í íløgum er ikki nógv brúkt higartil. Einans góðar 2 mió. kr. Avsettar eru tó omanfyri 23 mió. kr. og í grunnum, tøkir til íløgur, standa 10,5 mió. kr. Tað gevur eina orku til íløgur uppá heilar 30 mió. kr. í alt.
Til samanberingar kann sigast, at orkan til íløgur í 1993 var 20 ferðir minni enn í dag (1,5 mió. kr.)!
Fyri alt árið í ár verður mett, at kommunukassin fer at fáa 110 mió. kr. inn frá borgarunum og nú úrslitið fyri fyrra hálvár fyriliggur, halda vit fast í einum yvirskoti uppá góðar 3,5 mió. kr.

Inntøkurnar størsta upphæddin
Størsta talið í roknskapinum er sjálv skattainntøkan. Fyri fyrstu ferð síðani ‘kaospolitikkin’ frá 80 árunum, kunnu vit nú á triðja ári staðfesta hesa sannroynd.
Men framvegis – á einum greiðum øðrum plássi á omanfyri 88 mió. kr. – spøkir enn gamla skuldin. Óansæð hvussu vit dreya og venda hesum, so eigur hesin kleppurin um beinini takast í stórum álvara og fáast av vegnum. Vit hava nevniliga illa ráð til gamla skuld, nú Klaksvíkin skal dubba seg til stóru broytingartíðirnar fyri framman.
Men samanbera vit við eitt nú 1993, so var skuldin, sum tá var komin uppá eina knappa kvart milliard (222 mió. kr.), næstan fýra ferðir størri enn inntøkurnar uppá 53 mió. kr.
Jú, nógv vatn er runnið í ánna síðani láni- og skuldarpolitikkurin var í hæddini.

Halda tørn
Enn ríða vit á bylgjunum og halda búskaparligt tørn. Men sannlíkt er, at sjálvur vøksturin í búskapinum er steðgaður og tað eigur ikki at koma óvart á nakran, tí tíðirnar skifta og hava altíð skift.
Tað týdningarmesta fyri okkum er, at keldan til almennu vælferðina í okkara kommunu, nevniliga kommunala fíggjarorkan, ongantíð aftur kollapsar. Tvørturímóti skal fíggjarorkan altíð tryggjast sum ein mótvekt í niðurgongutíðum. 
Størsta hóttanin fyri kollapsi er ein ókontrollera skuld og tí eiga vit at halda fast við, at tað altíð verður førdur ein burðardyggur fíggjarpolitikkur.
Tað fer at krevja nógv av okkara evnum og ikki sørt politiskt dirvi, at vit planleggja útbyggingina av almennu vælferðini, samstundis sum vit arbeiða okkum fram móti skuldarfrælsi.

Rani Nolsøe
Býráðslimur