Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntriv sendir rokningar, sum langt síðani eru goldnar

Helgi Abrahamsen

“Fyritøkan var stovna í 2006, men skifti navn í 2011. Inntriv er og hevur verði virkin øll árini.” Tað stendur í svarinum til ein teldupost, sum Norðlýsið fyri eini viku síðani sendi til fyritøkuna Inntriv.

“Fyritøkan var stovna í 2006, men skifti navn í 2011. Inntriv er og hevur verði virkin øll árini.” Tað stendur í svarinum til ein teldupost, sum Norðlýsið fyri eini viku síðani sendi til fyritøkuna Inntriv.

Víðarin stendur í svarinum:

“Um skuldarar hava móttikið skriv frá okkum viðv. skuld sum er goldin, so er at boða okkum frá á inntriv@inntriv.fo. So avgreiða vit tað.”

Felagið komið til sjóndar aftur

Seinasta fríggjadag skrivaðu vit um felagið Intrum Føroyar, sum fyri nøkrum árum síðani heintaði útistandandi pengar inn fyri fyritøkur.

Einki hevur verið at hoyrt til felagið í langa tíð, men nú tykist tað sum at lív er komið aftur í felagið undir navninum Inntriv.

Ein fyritøka í Klaksvík, sum Norðlýsið hevur tosað við, sigur, at kundar hjá teimum hava undrast á, at teir hava fingið hóttanarskriv fyri gamlar rokningar, sum langt síðani eru goldnar.

Í skrivunum verður víst til eitt telefonnummar, sum ringjast kann til, men tá ringt verður til nummarið, hoyrist bara ein telefonsvarari sum sigur, at telefontænastan er ikki tøk, og tí skulu fólk senda ein teldupost.

Svara ikki, hví handilsmaðurin einki veit

Eftir at vit høvdu fingið nevnda teldupostin frá Inntriv, sendu vit ein annan spurning til felagið:

“Hví hava fólk fingið so gamlar rykkjarar?”

Svarið kom dagin eftir:

“Tænasta okkara er, at innheinta gjaldkomna skuld. Tað gera vit við áhaldandi at seta okkum í samband við skuldarar.”

Tá vit so spurdu, hvussu tað bar til at kundar høvdu fingið rykkjarar fyri rokningar, sum fyri langari tíð síðani vóru goldnar, og hvussu tað bar til, at handilsmaðurin ikki visti, at Inntriv var til enn, var svarið hetta:

“Tað hendir viðhvørt, at skuldarin flytur pening beint til kravánaran eftir, at teir hava móttikið skriv frá okkum. Tá er umráðandi, at kravánari boðar okkum frá og biður okkum afturkalla kravið.” Spurningurin um, hvussu tað ber til, at handilsmaðurin ikki veit, at Inntriv er til enn, varð ikki svaraður.

Fyrnaði krøv

Áðurnevndi handilsmaður sigur við Norðlýsið, at Skipanin við Intrum Føroyar virkaði soleiðis, at tey skuldu rinda eitt grundgjald til Intrum Føroya, og Intrum Føroyar fekk eisini ein stóran part av pengunum, sum komu inn.

“Men pengarnir sum tey nú krevja inn, uttan at vit vita av nøkrum, eru krøv sum langt síðani eru fyrnað,” sigur hann.

“Tað eru minst 4 ár síðani vit seinast hava havt samband við tey,” sigur hann.

Handilsmaðurin heldur at skipanin virkaði ongantíð væl, og hann undrast á, at teirra kundar nú fáa krøv fyri rokningar, sum í nógvum førum eru goldnar.