Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innvígan av nýggjari urgu og konsert í Kunoyar kirkju

Tíðindaskriv


29. Juni 2016 KL. 17.00 fer Trio Ovis at framføra nýggj føroysk verk


Tað serstaka við TrioOvis er blandingin av træblásara og messingljóðførum.

Stórur dentur verður lagdur á at spæla norðurlenskan tónleik, serliga føroyskan, sum eisini sæst í skránni, ið er samansett av verkum hjá E. Grieg, C. Nielsen, H. J. Højgaard, O. Waagstein við fleiri.

Av tí at talan ikki er um eina siðbundna samanseting av ljóðførum, var einki upprunaverk at spæla, tá ið trioin byrjaði sína yrkisleið heystið 2015. Næstan allur tónleikurin er tískil útsettur av limunum sjálvum umframt at Atli K. Petersen, Kári Bæk og Kristian Blak hava útsett hvør teirra verk.

Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir innanfyri klassiska kamartónleikin. Tær, ið manna Trio Ovis, eru: Kristina Thede Johansen á saksofon, Maria Wang Reinert á trombon og Sofie Brems Sørensen á trumpet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum (Kristina og Maria) og er tað tí einki undarligt at trioin hevur fingið júst navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður.

Trio Ovis fer at spæla konsertir kring Føroyar í sambandi við Summartónar 2. – 4. Juli 2016 umframt í Kunoyar Kirkju 29. Juni 2016 kl. 17:00.