Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Integratión

Hallstein E. Jacobsen

Tey seinastu árini er talið av tilflytarum her í Klaksvík vaksið sera nógv. Her hugsi eg um fólk, sum ikki eru føroyingar, og hvussu kunna vit hjálpa hesum fólkum.

Málsligar trupulleikar

Ein stór forðing hjá fólki, sum flyta til Føroya, er málið. Tað er sera trupult hjá teimum at læra málið, og tí er tað okkara uppgáva at hjálpa teimum so nógv sum gjørligt og so skjótt sum gjørligt.

Vit eiga at seta fleiri tímar av til teirra at læra seg mál. Sum nú er, kunnu vit bert bjóða teimum 2 tímar um vikuna í undirvísing, og hetta er ikki gott nokk. Vit eiga at bjóða teimum eitt skeið, sum er á leið 20-25 vikur, har tey fáa frálæru hvønn dag frá kl 9 til kl 14-15. Hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tá vit hugsa um, at fakfelagið fyri lærarar hevur verið úti og sagt, at teirra limir ikki fáa nokk arbeiði. Vit eiga at seta 2 lærarar av til hetta, og hetta eigur at verða knýtt at fólkaskúlanum.

Hetta fer at gera tað nógv lættari bæði fyri fólk, sum flyta hiðarl og eisini fyri okkum, sum búgva her. Tað er altíð lættast at kunna samskifta á sama máli. Tá blívur tað eisni lættari hjá teimum at koma inn í teir dagligu aktivitetirnar, sum eru her. Tað blívur eisini lættari at vera á einum arbeiðsplássi, um tú kanst skilja og tosa við í tí, sum fyriferst á einum arbeiðsplássi.

Hetta er nakað, sum vit eiga at taka hond um skjótt. Tað eru fleiri, sum hava givið upp at læra málið, tí tey ikki fáa nokk av undirvísing í føroyskum.

Hallstein E. Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu

Harleyfacadeacryl