Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu gevur ilt av sær á facebook. Haldi sum minimum at bygdafólkið eigur at fáa ríkiligan part av tí grindatilfeinginum sum kemur inn á Hvannasund, eisini havandi í huga at tað er kommunan her sum stendur fyri upprudding v.m, ið verður goldin av skattgjaldarum í okkara kommunu, sigur Irdi Jacobsen borgarstjóri í Hvannasunds kommunu
Avgerð er tikin at býta grindina í dag í drápspartar og síðani í heimapartar til Nes kommunu. Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu skilir ikki hesa avgerð. Hon skrivar á sínum facebook vanga í kvøld:
Hví ikki heimapartar??
Í dag doyði so fyrsta grindin í ár í Hvannasundi. Og heldur ikki hesaferð varð býtt í heimapartar. Heldur ikki hesaferð fingu okkara eldru nakran part. Heldur ikki tey, ið eru av bygdini til síni dagligu størv (og tey eru ikki so fá) fingu lut í hesum havsins ríkidømi.
Í fjør doyðu 5 grindir í Hvannasundi. Í einari av teimun bleiv býtt í smáar heimapartar. Mitt í feriutíð har nógv ikki vóru heima og tískil ikki fingu sín part.
Í dag bleiv býtt í drápspartar, sum eg haldi er heilt ok og so fór restin uml 50 hvalir út í eysturoynna onkrastaðni. Veruleikin er tann, at eldri borgarar á røktarheimum ymsastaðni í Føroyum hava lættari atgongd til ein grindabita enn eldri borgarar í tí kommununi har flest grindir eru deyðar seinastu árini.
Gamaní kann man siga at kaggarnir her eru um at spreingjast, men tað er altso ikki hjá teimum í ikki hava møguleika at fara úr arbeiði í grind, ella td eru til skips og so slett ikki hjá okkara eldru borgarum, teimum sum ikki hava heilsu til at drepa grind longur.
Haldi sum minimum at bygdafólkið eigur at fáa ríkiligan part av tí grindatilfeinginum sum kemur inn á Hvannasund, eisini havandi í huga at tað er kommunan her sum stendur fyri upprudding v.m, ið verður goldin av skattgjaldarum í okkara kommunu!


