IRF hevði aðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin tann 19. apríl 2013.
IRF hevði aðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin tann 19. apríl 2013.
Búskaparliga støðan
Bruttosølan er 75,1 mió kr, sum er 2,3 mió kr hægri enn í 2011, meðan bruttoúrslitið er 47,0 mió kr, sum er 0,4 mió kr hægri enn í 2011. Rakstrarúrslitið fyri 2012 er 1,9 mió kr betri enn mett frammanundan.
Inntøkurnar eru 2,3 mió kr hægri enn í 2011, meðan útreiðslurnar eru 2,8 mió kr hægri. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 4,2 mió kr , sum er 1,1 mió kr verri enn í 2011. Fíggjarstøðan javnvigar við 132,8 mió kr í 2012, í mun til 131,8 mió kr í 2011.
Gjaldførið var 14,0 mió kr við ársenda, sum er 16,6 mió lægri enn við ársenda í fjør. Hetta tí at ein partur av byggiláninum til nýggja Spilloljuverkið og Móttøkustøðina ikki var brúkt í 2011.
Samlaðu íløgurnar í 2012 vóru 29,4 mió kr. Av hesum vóru 23,1 mió kr gjørdar í nýtt Spilloljuverk,
Móttøkuhøll til serliga dálkandi burturkast og Brennistøðina, 5,1 mió kr vóru gjørdar í ymiska útgerð og 1,2 mió kr vóru gjørdar í ruskpláss og bingjur.
Samlaða lánsskuldin er 2,8 mió kr lægri enn í 2011, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,1 mió kr lægri.
Nevndarval
Nevndarlimir í IRF skulu vera kommunupolitikkara og nýggj nevnd verður vald á aðalfundi eftir hvørt kommunustýrisval.
Nýggja nevndin sær soleiðis út:
Kristina Eli Zachriassen, umboðar Norðoyggjar
Árni Jacobsen, umboðar Eysturoy
Petra Iversen , umboðar Norðstreymoy, íroknað Sunda Kommunu
Jonhard Joensen, umboðar Vágar
Bárður Olsen, umboðar Sandoy og Skúvoy
Jóannes Lisberg, umboðar Suðuroy.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Árni Jacobsen er valdur til formann og Jóannes Lisberg til næstformann.
Broytingar í viðtøkunum
Innlendismálaráðið, sum eisini er eftirlitsmynduleiki, hevur í skrivið tann 8. apríl 2013 boðað IRF frá, at broytingin av grein 4 stk. 2 í viðtøkunum, sum var gjørd á aðalfundinum í 1999, ikki er galdandi. Tí skal henda hava sama orðaljóð sum í 1999:
Lutaeigarar borga pro rata – í mun til íbúgvaratalið – fyri tær árligu útreiðslurnar til rentu og avdrátt av møguligum lánum felagsins.
Harafturat er nýtt stykki skoytt upp í grein 21:
Tá limur fer úr felagnum, verður ein fíggjarlig uppgerð gjørd við støði í seinast góðkendu fíggjarstøðu hjá felagnum, og hevur limur tá skyldu til at rinda sín – eftir fólkatalinum – lutfallsliga part av netto fíggjarskuldini hjá felagnum. Netto fíggjarskuldin verður í hesum sambandi gjørd upp sum samlaða virðið av fíggjarligu skyldum felagsins við frádrátti av gjaldføri og aðrari fíggjarligari áogn, meðan virðið av materiellu- og immateriellum aktivum felagsins verða ikki tald við í uppgerðini. Eru fíggjarligu skyldur felagsins minni enn fíggjarliga ogn sambært omanfyri standandi, verður munurin eftir sama lutfalli sum ásett omanfyri at gjalda út til limin. Tá ið gjaldið, uppgjørt sambært omanfyristandandi, er goldið, fellur borgsskyldan sambært 4. grein burtur.
IRF
Poul Andrias Joensen
Niðanfyri sæst ársroknskapurin.




