Frá mánadegi 3. oktober til leygardagin 11. oktober, ger Irma við sínum 76 handlum eitt søluátak við tilboðum uppá fiskafløk frá Norðfra naturel og raspað
Eftir at Norðfra fekk fótin fastan hjá Irma í Danmark fyri stívliga ári síðani, hava Irma og Norðfra í felag arbeitt við einum nýggjum pakningi til hýsufløk bæði naturel og raspað.
Hesin pakningur skal nú veruliga standa sína roynd.
Í viku 41, tað er í vikuni frá 3.-11. oktober, gera teir eitt serligt søluátak við lýsingum og sertilboðum, har hesar vørur verða í frystidiskunum í so gott sum øllum 76 Irma-handlunum.
Søluátakið er í Irma-avisen frá mánadeginum 3. oktober.
Umframt hetta søluátakið, hevur Irma avgjørt at endurtaka hetta í viku 49. Tað er beint undan jólum.
Orsøkin til, at Norðfra er komin inn í Irma er, at teir hava góðtikið høga støðið sum Norðfra-vørurnar liggja á.
Samstundis hevur tað havt nógv at siga fyri Norðfra, at felagið nú í nøkur ár frammanudnan hevur arbeitt við heimamarknaðinum, sum veruliga hevur tikið vørurnar til sín, við øktari sølu árliga. Sølan hjá Norðfra á netinum økist nú eisini týðiliga.
Umframt hetta átakið, hevur Norðfra fingið til uppgávu at arbeiða víðari við øðrum ávísum fiskavørum fyri at vita, um hesar kunnu verða nakað fyri Irma.
Tað er felagið Mercant, sum hevur havt hetta søluarbeiðið um hendur, saman við donskum netverki.




