Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Irma raka Florida í nátt

Hanus Kjølbro

Ódnin Irma avmyndað úr fylgisveini beint norðan fyri British Virgin Islands í gjár. Higartil eru 22 fólk deyð, 2 ikki komin afturíaftur og skaðar fyri einar 10.000 milliónir dollarar. Nú bíðar Florida – har búgva meiri enn 20 mió fólk.

Irma er farin sera illa við fleiri oyggjunum í Karibiska havi. Í skrivandi løtu er miðjan – eygað – plaserað við norðurstrondina í Kuba. Har er sera, sera ringt veður.

Vit kunnu bera saman tropisku ódnina Irma og ódnina 1. jóladag í fjør fyri at skilja, hvussu ógvuslig Irma er.

Í eyganum á Irma er lufttrýstið 938 hPa – á jólum í fjør var trýstið í miðjuni 943 hPa. Tropiskar ódnir hava eitt eyga, tað hava ekstratropiskar ódnir ikki (soleiðis kallast ódnir um okkara leiðir).

Miðalvindurin rundan um eygað á Irma var umleið 60 m/s seinnapartin; hvirlurnar hava ligið um 70 m/s – í sambandi við ódnina í Føroyum 1. jóladag í fjør var miðalvindurin um 28 m/s; hvirlurnar í bygdum og býum 50 m/s (í fjøllum upp ímóti 100 m/s)

Rundan um eitt tropiskt ódnareyga melur bert heit luft – rundan um ekstratropiskar ódnir eru bæði køld og heit luft, og har tvær luftnøgdir møtast, regnar. Regnið í sambandi við tropiskar ódnir hevur eitt heilt annað eyðkenni enn tað sum er í Føroyum. Talan er um sjógv, sum er guvað upp úr einum heitum sjógvi, og ávegis uppeftir kølnar hon, guvar gerst til vatn, sum dettur niður sum regn.

Ringrásin hjá regninum er nógv, nógv skjótari og intensari. Hon verður ikki brotin, fyrr enn ódnin er farin upp á land onkrastaðni – brennievnið er tann heiti sjógvurin undir ódnareyganum, og verður stongt fyri brennievni, sløknar ódnin. Ikki beinanvegin, men eftir nøkrum døgum. Irma væntast at liva í 7 dagar, eftir at hon er farin yvir land.

Vindurin ger stóran skaða, men tað er tað nógva regnið og flóðin eftir ódnina, sum ger nógv tann størsta skaðan. Tá ið so nógvur vindur er, verður sjógvurin trýstur ímóti strondini. Eisini ger tað sera lága lufttrýstið, at sjógvurin fløðir enn meiri. Londini eru vanliga lág, har sum tropiskar ódnir raka, tí tekur tað sjógvinum langa tíð at renna burtur.

Í Florida bíða tey eftir Irma. Hóast eygað er 200 km úr strondini, merkist vindur longu. Eisini regnið. Ódnin fer ímóti Florida við 15 km/t.

Tey bíða….