Tað kendist á øllum brøgdum, at áhoyrarnir, ið upp vóru møttir til írska fólkatónleikin í gjárkvøldið, vóru upplagdir til kvøldið.
Teir fýra, Sean Cannon, guitar, Eamonn Campbell, gamli maðurin við guitarinum, Gerry O’Connor, ótrúligi violinleikarin og Paul Watchorn á banjo, høvdu eina ljóðroynd og fóru síðani av pallinum eina stund – Tá fóru áhoyrararnir rættuliga ígongd við sínum kunnleika til írskan fólkatónleik. – Sangurin rungaði so tað var eins og konsertin var byrjað.
Vit fingu eisini eina rættuliga írsla uppliving – Sean segði um Eamonn, at Eamonn var einaferð steðgaður av politinum, tá hann koyrdi í bili sínum. Politiið spurdi um hann hevði drukki. Jú, svaraði Eamonn. Hvussu nógv, spurdi politisturin – 12 pintar, segði Eamonn. Vilt tú blása í her, spurdi politisturin. Eamonn hugdi upp á politistin og segði: Hví? Trýrt tú mær ikki?
Onki er at ivast í, at hetta hevði verið eitt ótrúligt kvøld, um teir høvdu sloppi á Stórapáll eitt gott summarkvøld, men so skuldi ikki vera.




