Seinasta vikuskifti vóru tríggir av okkara ÍSB svimjarum í Týsklandi og luttóku í stórari svimjikapping í Berlin.
112 lond vóru við til hesa stórkapping, sum verður hildin einaferð um árið í Berlin.
Tað vóru heili 700 svimjarar sum høvdu teknað seg, og hetta svarar til einar 2600 startir. Harímillum áttu Føroyar 19 startir. Út av 19 vunni svimjarnir hjá ÍSB heili 18 heiðursmerki, 7 gull, 7 silvur, 4 bronsu.
Tey sum umboðaðu Føroyar á hesum sinni vóru Ragnvald Jensen av Sandi, Krista Mørkøre úr Klaksvík, og Dann Akursmørk eisini úr Klaksvík.
Ragnvald og Dann hava verið við til slíkar kappingar áður, og úrslitini hjá teimum vóru sera góð samanbori við tær undanfarnu kappingarnar.
Báðir høvdu betra seg í øllum greinunum. Krista var við fyri fyrstu ferð og stuttligt var at síggja hvussu væl hon kláraði seg. Ragnvald, Dann og Krista deildust um heiðurmerkini, og fingu við sær heimaftur, 6 heiðursmerki hvør.
Spennandi verður at fylgja við hvussu hesi, og onnur fara at klára seg í framtíðini. Svimjarnir eru evnaríkir, og eru gott umboð fyri Føroyar, í slíkari stórkapping, sum var í Berlin.
Heidurmerkjabýti.
Ragnvald Jensen 2 gull og 4 silvur
Krista Mørkøre 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu
Dann Akursmørk 3 gull, 1 silvur og 2 bronsu
Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum.




