Fólk hava fingið boð um at halda seg innandurða meðan roynt verður at fáa fatur á útgerð at doyva bjørnina
Nógvir fjølmiðlar fylgja bjørnini sum týsdagin koma á land í Íslandi.
Fólk í økinum har bjørnin er í løtuni kenna seg ótrygg og íslendska løgreglan hevur sperra økið av kring bjørnina.
Fyri tveimum vikum síðan var ein ísbjørn skotin, men hesuferð er ætlanin at gera eina roynd at fanga bjørnina.
– Tó er umráðandi at eingin kemur í vanda – og kemir bjørnin ov nær húsum verður neyðugt at skjóta hana – verður sagt frá íslendsku løgregluni.
Sí sjónvarpsmyndir av bjørnini frá danska TV2 við at trýsta á hesa slóðina.
Les meira í íslendska Morgunblaðnum við at trýsta her




