Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ískoytið til fiskivinnu kjakið

Jan Haldansen

Nú tímaglasið er við at renna út, so vil eg loyva mær at koma við enn einum ískoytið til okkara framtíðar fiskivinnu. Tað er sagt, at alt sum svimur runt í okkara sjóøki er ogn Føroya fólks. Tað vil við øðrum orðum siga, at allir føroyingar eiga sín deil av okkara høvðusvinnu.

Nú tímaglasið er við at renna út, so vil eg loyva mær atkoma við enn einum ískoytið til okkara framtíðar fiskivinnu. Tað er sagt, atalt sum svimur runt í okkara sjóøki er ogn Føroya fólks. Tað vil við øðrumorðum siga, at allir føroyingar eiga sín deil av okkara høvðusvinnu.

 Í dag eru taðnakrir fáir aktørar sum gera sær dalt av møguleikanum, við at fiska av ogn føroyinga,men hvat fyri leigu ella avgjald fær tann vanligi føroyingurin/landi burturúrhesum í dag, næstan einki.                                                                                                            Tó skal sigast, at avgjøld eru løgd á ávísfiskasløg tey seinastu 3 árini, men hetta hevur bert  verði fyri, at fingið eina smalað politiskasemju, so samgangan kundi halda áframm, tó eingin skipa framtíðar loysn.

Hvat er so rætt at gera, so at øll gjalda eitt slag avleigu fyri loyvið, fyri at fiska av ogn Føroya fólks. Onkur vildi sagt, at teirsum keypa hesi vinnutól brúka nógva orku og pening, fyri at tað skal kunna beratil og satsa nógv. Hinvegin kann ein eisini siga, at teir/tey ger tað ikki fyristuttleikar, tað verður gjørt fyri at tjena pengar, ikki so.                                                                                                                                                     Kundi loysnin verði, at tað bleiv álag eittkrónutal pr/kg fyri hvørt fiskaslag sær, so at óansæð hvat loyvið ein hevði atfiska, so liggur eitt ávíst gjald eftir til landið. Hvat so støddin á gjaldinumskal verða, má so roknast út eftir viðrið av fiskaslagnum og mongdini sum kannfiskast (kvotur ella dagar). Eftir eini tílíkari skipan, so vildi landið/fólkiðfingið meiri burturúr, tá meiri bleiv veitt (góð fiskiár). Hinvegin so hevði aktørurinog manning fingið meiri burturúr, jú betur prísurin var. Ein annar máti kundiverðið ein prosent satsur av prísinum, men ein tílík skipan vildi verði meirifløkt at umsitið, hugsi eg.

Niðanfyri eru tøl sum eru tikin frá Hagstovu Føroya ogvísa hesi veidda mongd av hvørjum fiskaslagið sær, somuleiðis eitt møguligt avgjaldtil landið. Avgjald pr/kg ráfisk er sett eftir egnum høvdi, hetta fyri at vísahvussu hetta kundi verði gjørt.  Sjálvandieru tað onnur fiskasløg sum mangla inni í myndini, men tær nøgdinar er sosmáar, at tað broytur ikki heildarmyndina stórvegis.    

LES MEIRA VIÐ AT TRÝSTA Á VIÐHEFTA FÍLIN