Tað eru nógv tekin, sum benda á, at tað er Islamiskur Statur, sum hevur staðið fyri spreingingini í Istanbul fyrr í dag.
Tað eru nógv tekin, sum benda á, at tað er Islamiskur Statur, sum hevur staðið fyri spreingingini í Istanbul fyrr í dag.
Tað sigur Michael S. Lund, sum er fjarritari hjá dr.dk.
Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, segði beint eftir spreingingina, at tað var ein sýriskur sjálvmorðsmaður, sum stóð handan bumbuspreingingina.
– Tað bendir á, at Islamiskur Statur (IS), ella ið hvussu er onkur, sum stuðlar IS, ið hevur staðið fyri hesi yvirgangsatsóknini, sigur Michael S. Lund í sambandi við úttalilsi hjá Erdogan.
LES EISINI: 10 deyð og 15 særd orsakað av eini spreinging
– Um tað er eitt yvirgangsálop, sum beinleiðis er ætlað ferðafólkaumráðnum mitt í Istanbul, so vita vit, at hetta eyðkennir slíkar yvirgangsbólkar, sigur fjarritarin m.a. við dr.dk.
Men hann leggur samstundis doyin á, at upplýsingarnar um spreingingina eru teprar, og at mann tískil ikki skal leggja alt ov nógv í útmeldingina hjá forsætisráðharranum, Erdogan.




