Enn eitt eldgos við tilhoyrandi jarðskjálvta tykist fara at kunna henda hvørja løtu. Hetta er bert ein av fleiri líknandi hendingum seinastu dagarnar, har tað hevur verið øgiligur vulkanskur aktivitetur í og undir Íslandi.
Eldgos er í umbúna í Fagradalsfjalli í Íslandi. Hetta sigur íslendska Veðurstofann, og vísir til, at útslag sæst á jarðskjálvtamátaranum har. Almennar ávaringar eru komnar út um, at fólk ikki mugu fara á staðið, og tyrla er send til økið at halda eyga við støðuni. Somuleiðis er løgreglan úr Keflavík á veg til Fagradalsfjall at meta um støðuna.
Fólk, ið eru stødd tætt við økið, síggja ljósrípur í svørðinum, og fleiri tílíkar fráboðanir eru komnar inn. Eisini sýna myndir týðiligar ljósrípur undir svørðinum.
Kelda: Visir.is



