Ísland eitt eldorado fyri sílafiskarar
Og sjálvandi eisini fyri laksafiskarar, men skalt tú fiska laks, so skalt tú av við nógvar pengar. Vit valdu at gera tað annarleiðis og hava higartil í trý summar verið á veiðuferð í Íslandi og hava ætlanir um ein nýggjan túr komandi ár.
Á hvørjum árið hevur tað verið sama kjanrnan, íalt 9-10 mans, ið hava verið við á ferðini. Smyril Line hevur spælt væl við.
Vápnaðir við fýra bilum, væl egnaðir til ein slíkan túr, tó bert ein jeepur hava vit staði klárir á Havnarkaj ein morgun á vári og onkuntí á sumri, til árliga fiskitúr okkara í Íslandi.
Líka spentir á hvørjum ári, løgið, tí ein skuldi trú at hetta gjørdist vani, men nei, tað hevur verið sum nýggjur túrur hvørja ferð og hugaligt hevur verið at møtt øllum luttakarunum aftur a Havnarkaj, fult riggaðir við tráðum, flugum, pilkum, fiskiklæðum og við tilhoyri annars. Prátið gongur, tí menn eru spentir uppá hvat hesin túrurin hevur at bjóðað og tosað verður um túrin seinasta ár og árini frammanundan.
Brellbitin til hesar túrarnar, var ein túrur í 2012 til Akureyrar. Hann kom í lag ígjøgnum Føroya Sílaveiðufelag, tí ein ferðaskivstova hevði leiga flogfar til Akureyrar efitir einum sangkóri. Tá vóru vit nakrir, ið tóku av og hetta setti í veruleikanum eld í áhugan fyri sjálvir at fara at skipa fyri fiskitúrum til Íslands.
Men tvey ár gingu, til hetta bleiv veruleiki. Í 2014 fingu vit í lag eina góða avtalu við Smyril Line um ferðaseðlar, har vit høvdu fýra bilar við okkum. Frammanundan høvdu vit vissa okkum innivist í miðbýnum á Akureyri.
Nú vit sjálvir fóru at skipa fyri hesum túrinum, høvdu vit lagt soleiðis til rættis, at vit skuldu vera tveir og tríggir mans í hvørjum bilinum. Hugsanin við hesum var, at so vóru vit meira leysir av hvørjum øðrum og kundu fara har vit hvør í sær høvdu mest áhuga fyri. Summir høvdu hug at fiska frá morgni til myrkurs, ímeðan aðrir høvdu hug eisini at síggja seg um. Tá vit vóru býttir í smáar bólkar, so bar alt til í so máta. Harafturat høvdu vit fingið ein kendan íslending í Føroyum, Eirikur Ingvarsson, ið er uppvaksin á Akureyri við okkum á hesa veiðuferð.
Hesin túrurin var frá 25. mai til 4. juni, tað vit siga, at vit, sum flestir vóru klaksvíkingar vóru burtur á Norðoyastevnu.
Vit fingu ein fínan túr. Veðrið í Íslandi tað árið var av tí allar besta. Hetta var kann eg gott siga, fyrsti veruligi túrur mín til Íslands. Ógloymandi er tí fyrsta strekkið av Seyðisfjørðinum og á Akureyri. Í Íbúðini var bert pláss fyri 9 monnum og tí búði Eirikur hjá beiggja sínum á Akureyri.
Vit fiskaðu sera nógv. Farið var av húsum eftir morgunmat um 8-9 tíðina á morgni og vit vóru aftur ymisksligar tíðir á kvøldinum, summir um áttatíðina onkur um 10 tíðina og uppaftir aðrir um midnátt.
Vit høvdu keypt okkum sokallaða “Veiðikortið”, tað gav atgongd til 35 vøtn spjødd yvir alt Ísland og hetta veiðiloygið kostaði einar 350 føroyskar krónur.
Hendan fyrsta túr okkara, vóru vit á Arnarvatni á Melrakkaslettu, Hraunhafnarvatni á Melrakkaslettu, og Æðuvatni. Vestmansvatn,og Ljósavatn á ‘Suðurtingeyjarsýslu vóru vit nógv. Eisini Slettuhliðarvatn í Skagafirði og á Ølvesvatni á Vatnasvæåi Selár. Eisini vóru vit á Hópinum í Húnavatnsýslu. Vit leigaðu okkum inn í Litláu við Keldunes.
Men tað ar ikki bara veiða. Millum annað vóru vit á sera áhugaverda sjósavninum á Akureyri, har vit allir vóru samdir um, at eitt líknandi savn átti at verið í Klaksvík. Møguliga er skjøtul settur á eitt tílikt, nú Føroyagrunnurin frá 1971 er farin undir at restaurera gamla Nónhamar, sum skilst so skal hann vera partur av einum savni her í býnum.
Ná, men annan túrin, tað er í 2015 frá 11. juni til 15. juni, tá velja vit at fara á Suðurlandið. Vit høvdu fingið okkum fatur á summarhúsinum hjá Kláru Grimmer Waage, ein skyldkona til konu mína, sum hevur búð tað mesta av ævi síni á Íslandi og sum í eitt skifti saman við manninum, Steinari Waage, átti fimm ymiskar skógvaforrætningar í Reykjavík undir navninum “Waage”.
Her búðu vit fínt ímillum Selfoss og Tingvallavatn. Hesin túrurin var annarleiðis á tann hátt, at nú fóru vit suðurum, har landslagið var heilt annarleiðis enn norðanfyri. Tað sum bergtók einamest á hesari bilaferðini til Reykjarvíkar mundi vera Jøkusárlón, har vit sóu Vatnajøkul kálva í lánni har og ikki minst skeiðarársandur. Jú her vóru upplivingar.
Eisini her sunnanfyri vóru nógvir møguleikar. Ikki minst lokkaði Tingvallavatn við sínum stóru bleikjum og sílum. Tingvallavatn trøllaband fleiri av okkum. Men á vegnum suðureftir til summarhúsini, lógu vit nátt við Víkurflóð við Kirkjubæjarklaustur, í einum veiðuhúsi. Vit høvdu eisini fiska í Hornafirði og valdu tí at taka koyringina í tveimum.
Sum sagt, so hugtók Tingvallavatn, nakrir okkara brúktu nógvar dagar har, fyrst við einum staðkendum manni, sum vit høvdu keypt til endamálið og síðani upp á eginhond. Teir fingu samband við einan kvinnu ið eitur Guðrun, hon var bóndi har, átti ein bóndagarð, har eitt litið varn var við mongd av fiski og eisini gekk ein partur av jørðini oman at Tingvallavatni og tí seldi hon loyvi at veiða har. Hon tók 1500 íslandskar krónur, umleið 80 krónur í okkara pengum fyri ein dag.
Eg og Ásmundur gjørdu nokk so nóg av at leiga okkum inn í ánna, ið rennur frá Tingvallavatni og á sjógv á Selfossi. Vit leigaðu frá einum bónda niðarlaga á ánni og eisini keyptu vit loyvi til sjálvand ósan á eini servicstøð á Eyrarbakka, ein lítil bygd við ánna. Loyvini kostaðu ikki nógv einar 100 krónur ella so.
Triðji túrurin hjá okkum saman við Smyril Line var so í ár. frá 3. august til 12. august. Konseptið var í veruleikanum tað sama, men nú høvdu vit verið á Norðurlandinum og eisini á Suðurlandinum, so hesaferð valdu vit at fara longu vestur.
Vit høvdu leigað okkum inn í eitt sokallað veiðihús á Snæfellsnesi í Snorrastøðum, langt úti í oyðuni. Tað vóru meira enn 46 kilometrar til nærmstu bygd, ið var Borgarnes.
Langt er at koyra frá Seyðisfirði og til Snorrastaðir, teinurin er 635 kilometrtar og vit gjørdu av at koyra alt í einum, við einum matarsteðgi á Akureyri og nøkrum smærri hvíldum. Túrurin mundi taka eini 10-12 tímar.
Sum sagt, so var hetta húsið vit høvdu leigað úti á eiðini, men eitt sera hugnaligt hús og vit byrjaðu dagin eftir vit vóru komnir at fiska á vøtnum. Tá vit løgdu túrin til rættis, var tosað um at vit møguliga kundu leiga okkum inn í ánna, sum rann tætt fram við húsini, men tað vísti seg tá vit vóru komnir har, at hon var útleigað fyri alt árið, so har var onki at gera.
Vit fiskaðu á Haukardalsvatni í Haukadali, á Hitarvatni á Mýrum, Langavatni í Borgarbygdð. Nakrir okkara vóru á Tórisstaðavatni í Svínaddal og á Goytabergsvatni í Svínadal. Eyrarvatn var eisini troytt. Síðani vóru vit á Baulárarllavatni á Snæfellsnesi og á Hraunsfjarðavatni á Snæfellsnesi. Royndu eisini á Hraunsfirði.
Hóast vit fingu nógv síl, so vóru vit ikki rættuliga nøgdir við støddina, og tí var gjørt av at fara ein túr aftur at Vitja Guðrun á Tingvallavatni her royndu vit í tveir dagar og vóru eisini við sjóvarmálan á Olufsá. Tað vóru hesir báðir dagarnir, ið góvu størstu fiskarnar.
Umframt fiskingina, so fingu vit náttúruupplivingar, sum í veruleikanum ikki ber til at greiða frá, tær mugu upplivast. Eg tók fleiri náttúrumyndir eisini, men bleiv samdur við meg sjálvan at tað loysti seg illa, tí myndatólið og eg megnaðu ikki at avmyndað upplivingina, ið eg hevði úti í Íslendsku náttúruni, hon skal bara upplivast. Serliga minnist eg náttúruna við Hítarvatn har vit sóu eitt fjall í ælabogalitum, ótrúlig uppliving.
Her omanfyri havi eg nevnt nøkur staðarnøvn og nøkur vøtn. Men hetta er bert ein evarska lítil partur av tí vit hava roynt á hesum túrunum. Millum annað hava vit eisini verið útið á Vestmannaoyggjum og langt uppi í fjøllum har onkur okkara mátti venda aftur, tí vegurin var stongdur fyri kava.
Teir, ið hava verið við á hesum túrum eru umframt meg sjálvan: Ásmundur Joensen, Eirikur Invarsson, Jógvan Johannesen, Kristian Johannesen, Josias Jacobsen, Maller Jacobsen, Jan Askham, Charles Olsen, Høgni Høgnesen, Jens Nolsøe Dam og Hans Hjalti Skaale.
Oliver Joensen




