Hóast eingin sáttmáli er millum Russland og Ísland, um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum, sleppa russisk skip sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum at landa í Íslandi og brúka tær tænastur sum íslendskar havnir kunnu bjóða. Russar brúka Hafnafjørðin í Íslandi sum umskipingarhavn.
Hóast eingin sáttmáli er millum Russland og Ísland, um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum, sleppa russisk skip sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum at landa í Íslandi og brúka tær tænastur sum íslendskar havnir kunnu bjóða. Russar brúka Hafnafjørðin í Íslandi sum umskipingarhavn.
Í samband við at verksmiðjutrolarin hjá JFK, Næraberg, var rikin út um Íslendska sjómarkið, og síðani treyðugt fekk loyvi at koma at bryggju í Reykjavík, tí skipið hevði maskinbrek, vísir Íslendska Vinnumálaráðið til hendan lógartekstin:
“Fremmand skip, sum fiska ella framleiða fisk av stovnum sum hava felags áhugað, og sum fiska innanfyri ella uttanfyri íslendskt fiskimark og sum Ísland onga avtalu hevur um, kunnu ikki koma í íslendska havn.”
Føroyar og Ísland hava onga avtalu um makrel fiskiskapin og tí hava føroysk skip ikki loyvi at koma í Íslendska havn, uttan so at skipið er í neyðstøðu, sigur Vinnumálaráðið í Íslandi í brævi til Norðlýsið. Er skip í neyðstøðu kann tað koma í havn at fáa skaðan umvældan, keypa mat og vatn og bunkra olju so skipið er ført fyri at sigla til nærmastu havn í Føroyum, skrivar íslendska fiskivinnumálaráðið í svari til Norðlýsið.
Samstundis sleppa russisk skip, sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum at landa í Íslandi hóast eingin sáttmáli ella semja er um fiskiskapin í Irmingarhavinum millum Russland og Ísland.
Russar hava hótt Ísland við at steðga innflutning av íslendskum fiskavørum til Russland (serliga makrel og sild) um russisk skip ikki sleppa at brúka íslendskar havnir.
Tí er støðan tann at samstundis sum Næraberg bert fekk loyvi at leggja at bryggju í Reykjavík meðan motorskaðin varð umvældur, lógu russisk skip við bryggju í Hafnafjørðinum, sum er einans 10 km sunnanfyri Reykjavík og umskipaðu kongafisk úr Irmingarhavninum.
Vit hava biði um eina frágreiðing frá íslendska Vinnumálaráðnum……




