Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendarar gera tað sum ikki letur seg gera í Føroyum

John William Joensen

Serfrøðin á Landssjúkrahúsinum berjist við hond og fót ímóti at føroyskir nýrasjúklingar kunnu fáa dialysuviðgerð aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum. Hóast nýrasjúklingar í Klaksvík hava biðið um at fáa viðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, hevur hetta verið sum at stoyta vatn á gás, men í Íslandi ber til at veita nýrasjúklingum viðgerð uttanfyri Reykjavík.

Íslendskir miðlar skrivað at íslendska heilsuverkið í Selfoss, sum einans tekur einar 40 minuttir at koyra við bilið úr Reykjavík, hevur sett á stovn eina sokallaða dialysu tænastu á eini heilsumiðstøð.

Íslendska nýrafelagið fegnast stórliga og formaðurin í felagnum sigur at higartil hava nýrasjúklingarnir verið noyddir at fara til Reykjavíkar tríggjar dagar um vikuna, men nú dialysan er komin í nærumhvørvið hjá sjúklingunum er tað munandi lættari hjá sjúklingunum at fáa viðgerð og harvið sparir sjúklingurin tíð og kostnaðurin fyri samfelagið gerst minni tí fólk eru meira til arbeiðis.

Nýralæknin á Sjúkrahúsinum í Reykjavík hava ábyrgd av viðgerðini, men dagliga taka sjúkrasystrar sær av viðgerðini á Selfossi.

Tænastan virkar eisini á Sjúkrahúsinum á Akureyri.