Í morgun var ein stór tvíkilja á Klaksvík. Hetta er eitt norskt ”hurtigrutu” skip, bygt í 1991, sum íslendingar av Akureyri hava keypt sær til ”Whale Watching” fyri turistar ið vitja á Akureyrileiðini.
Tvíkiljan er keypt úr Bodø í Noregi. Teir sigldu innanskers nakað suður um Hitra og løgdu so tvørtur um til Føroya. Magnús Guðjónsson, sum er skipari á ferðini segði, at teir høvdu brúkt 18 tímar um túrin úr Noregi til Klaksvíkar og roknaðu at brúka einar 20 tímar til Akureyri.
Ambassador II, sum skipið kallast, er einar 29 metrar langt og 8 metrar breitt. Vit vóru noyddir at koma inn higar eftir olju. Skipið hevur so lítla oljugoymslu, at vit máttu hava tangar í lastini at fylla olju í. Vanliga sigla vit 24 míl um tímar, men skipið kann sigla væl omanfyri 30 míl tá slætt er.
Ein túrur at hyggja at stórhvali við hesum skipinum, gongur út frá Akureyri, tú ert einar tríggjar tímar umborð og tað kostar tær 11.000 íslenskar krónur ein slíkan túr. Við hesum skipinum er ætlanin hjá okkum eisini at sigla út á Grimsey við ferðafólki. Teinurin út har er 52 fjórðingar og tað fara vit at klára uppá einar tríggjar tímar aftur og fram. Har er sera ríkt fuglalív og stórbær náttúra, segði Magnús Guðjónsson okkum. Felagið hjá Magnúsi eigur eisini eitt annað skip, ið siglir við ferðafólki.
Nógv samband er sum vera man ímillum Ísland og Føroyar. Victor Danjalsson bleiv fekk sms frá einari konu úr Akureyri, sum segði honum at báturin skuldi koma til Klaksvíkar. Maskinmeistarin á Ambassador II var eisini við bátinum Húna II, ið vitjaði á Klaksvík á Sjómannadegnum í ár.




