Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendingar vóru ikki sinnaðir at loyva fríhandli við fiski

John William Joensen

sigur Jóannes Eidesgaard løgmarður, sum kl. 11 í morgun fer at undirskrivað nýggjan handilssáttmála millum Føroyar og Ísland.

– Eg má siga at talan er um mest víðgongda sáttmála sum Føroyar hevur gjørt við nakað land, og fyri fyrstu ferð gera føroyingar ein sáttmála har vørur, tænastur, kapitalur og persónar hava frítt at fara landanna millum.
– Eitt nú merkir sáttmálin at tað verðru frítt fyri føroyskar fyritøkur at seta seg niður í Íslandi og fyri íslendskar fyritøkur at seta seg niður í Føroyum.

Fiskivinnan ikki við
Í tíðindsskrivi frá løgmansskrivstovuni stendur at Fskivinnan er ikki umfata av hesum sáttamálanum og løgmaður harmast um hetta.
– Undir samráðingunum løgdu vit upp til fríhandil á øllum økjum, eisini umfatandi fiskivinnuna, men hetta vildu íslendingar ikki.
– Eg trúgvi at tað hevði havt stóran týdning fyri eitt nú virkini á landi at tey frítt kundu bjóða upp á lastirnar hjá íslendskum skipum.
– Men hetta vóru íslendingar ikki klárir til tí teir søgdu at hetta fór at krevja broytingar í íslendsku lóggávuni men saman við sáttmálanum eru vit eisini samdur um at vit framhaldandi skulu samráðast soleiðis at vit fáa fríhandil á øllum økjum millum londini.

Nær avmarkingarnar av handli við fiski millum londin, fór at vera avtiknar hevði løgmaður einki boð uppá, men hann vónaði tó at hetta fór at vera meðan hann var løgmaður.