Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Íslendingur royndarvenur við HB

Jákup Ósá

Hesa vikuna royndarvenur íslendskur leikari við HB.

Talan er um 28 ára gamla Brynjar Hlodversson. Hann spælir vanliga antin sum sentralur miðvallarleikari ella miðverji. Hann hevur m.a. spælt 15 dystir í bestu deildini í Íslandi í 2015 fyri Leiknir. Í 2016 og 2017 hevur hann spælt við Leiknir í næstbestu íslendsku deildini.

 

HB hevur nýggjan íslendskan venjara, Heimir Guðjónsson, og hann hevur sagt við íslendskar miðlar, at hann hyggur eftir møguleikum at styrkja liðið við íslendskum leikarum.