Í hesum døgum gevur Forlagið í Støplum út skaldsøgu eftir íslendska høvundin Bjarna Bjarnason, sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt til føroyskt.
Í hesum døgum gevur Forlagið í Støplum útskaldsøgu eftir íslendska høvundin Bjarna Bjarnason, sum Carl Jóhan Jensenhevur týtt til føroyskt.
Bjarni Bjarnason, sum búði í Føroyum nøkurav uppvakstrarárum sínum, skrivar í skaldævisøguni Andlit júst um sín uppvøkstur frá at vera smádrongur íhálvfjerðsunum, til hann sum ungur maður fram undir aldaskifti roynir at fótasær sum rithøvundur í Reykjavík.
Ein kapittul í bókini ber heiti Nólsoy oger um tíðina, høvundurin sum smádrongur flutti til Føroya saman við pápanum ognýggju konu hansara at búgva. Í Nólsoy hittir hann Arnabba og fær tíðina atganga við at fiska á keiini. Hugurin til skúlan var lítil, og ístaðin tók hannsær fyri at henta fløskur til lívsins uppihald, og tað, hann ikki át fyri, settihann í ein gittargrunn. Eisini fær lesarin at vita, hvussu smádrongurinupplivir grindadráp, meðan hann enn býr í Føroyum
Í bókini verður lesarin tikin við á einaferð gjøgnum bókmentir, dreymar og rákaldan veruleika í fleiri londum: Íslandi,Føroyum, Svøríki og Onglandi.
Á leiðini er høvi at hitta ørgrynni avfyndiga lýstum mannskepilsum, bæði kall- og kvennkyns, alt frá ljótastu djevlumog fyllibyttum til yvirjarðlig góðdýr.
Bjarni Bjarnason er føddur 1965 og telistmillum bestu samtíðarhøvundar í Íslandi. Hann hevur fingið bæðibókmentavirðisløn Tómasar Guðmundssonar og bókmentavirðisløn Halldórs Laxness.
Hann vakti fyrst av álvara ans viðskaldsøguni Endurkoma Mariu (1996), sum var í uppskoti til íslendskubókmentavirðislønina sama ár og hevur havt stóra ávirkan á íslendskarsamtíðarbókmentir.
Verk eftir Bjarna Bjarnason eru týdd tilfleiri mál, eitt nú týskt, enskt og arabiskt.
Nú skaldsøgan Andlit verður útgivin áføroyskum og Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum hetta vikuskifti, verður høviat hitta Bjarna Bjarnason í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. november kl.15.30. Tá fer Dorit Hansen ritstjóri á Námi at hava samrøðu við høvundin, sumfer at greiða frá sínum skaldskapi, sínum sambandi við Føroyar, umframt at hannfer at lesa burtur úr føroysku útgávuni á føroyskum. Tiltakið leygardagin ferfram í Klingruni.
Skaldsøgan Andlit telur 260 blaðsíður ogkostar 260 krónur í bókasølunum.




