Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍSLENDSKA ÆVINTÝRIÐ HELDUR FRAM! – í Løkshøll

Danial Viðoy

Dysturin verður vístur á stórskíggja í Løkshøll! Dysturin byrjar klokkan 20:00, og dyrnar lata upp kl. 19:30!

Tíðindaskriv: Mánakvøldið 27. juni megnaði grannatjóð okkara, Ísland, at vinna á stóru fótbóltstjóðini, Onglandi.

Verðin stóð sum kánus, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum! Ísland vann 2-1 á Onglandi, og slapp harvið víðari til kvartfinalurnar, har teir skulu møta Fraklandi á Stade de France leikvøllinum í París.

Eingin hevði væntað at grannatjóð okkara hevði nakran livandi kjans móti Onglandi, men stríðsviljin, liðspælið og vinnarahugburðurin hjá Íslendingunum prógvaði nakað heilt annað!

Sunnukvøldið 03. juli skulu síðstu kvartfinalurnar spælast á hesum sinni. Frakland tekur ímóti Íslandi á Stade de France leikvøllinum í París.

Dysturin verður vístur á stórskíggja í Løkshøll! Dysturin byrjar klokkan 20:00, og dyrnar lata upp kl. 19:30!

Lat okkum møta fjøllment upp og stuðla grannatjóð okkara!

Tiltakið er ÓKEYPIS!

Vit síggjast í Løkshøll!

ÁFRAM ÍSLAND!!!