Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendska felagið Skeljungur keypt P/F Føroya Shell

Oliver Joensen

A/S Dansk Shell hevur í dag selt íslendska felagnum, Skeljungur, øll
partabrøvini í P/F Føroya Shell. Føroyska felagið heldur kortini fram at
virka undir búmerkinum hjá Shell

Shell almennakunnger í dag, at partabrøvini í P/F Føroya Shell eru seld
íslendska felagnum, Skeljungur. Tær 10 Shell-støðirnar í Føroyum fara tó
framhaldandi at brúka Shell-búmerkið.

Nevndarformaðurin í P/F Føroya Shell, Petra Koselka, sigur: “Skeljungur
hevur í nógv ár rikið bensinstøðir í Íslandi undir Shell-búmerkinum, so tað
er bæði við gleði og ró í sinni, at vit almennakunngera, at Skeljungur er
nýggjur eigari av fyritøkuni í Føroyum ".

Gunnar Karl Guðmundsson, stjóri í Skeljungur sigur: "Vit eru greiðir yvir,
at vit keypa eitt sunt og gott felag við djúpum rótum í tí føroyska
samfelagnum. Vit gleða okkum til saman við starvsfólki og leiðslu at halda
fram við tí góða arbeiði og merkisverdu úrslitum, sum starvsfólk og leiðsla
hava skapt ár um ár."

Fyri tveimum vikum síðani segði Hákun Djurhuus seg úr starvi sum stjóri í
P/F Føroya Shell. Skeljungur fer nú lokalt at leita eftir einum nýggjan
stjóra til fyritøkuna í Føroyum.

Skeljungur yvirtekur allar greinar av P/F Føroya Shell. Tað eru 10
Shell-støðir, tvær høvuðsgoymslur, 13 tangabilar og tangaskipið, Magn.
Felagið selur vørur og tænastur til skipaflotan, almennar fyritøkur,
ídnaðarvirkir og privat. Felagið, sum hevur um 100 starvsfólk, hátíðarhelt
fyri tveimum árum síðani, at felagið hevði rikið virksemi í Føroyum í 80
ár.

Skeljungur Ltd er eitt íslendskt oljufelag, sum hevur virksemi innan
bensinstøðir, tænastur, oljuinnflutning og fíggjarligar tænastur. Felagið
hevur 69 bensinstøðir og 15 oljugoymslur. Skeljungur hevur avtalu við Shell
International om nýtslu av Shell búmerkinum í Íslandi, og felagið hevur
atgongd til nýggja menning av vørum og tøkni hjá Shell. Skeljungur, sum í
dag hevur næstan 300 starvsfólk, hevur verið Shell-umboð í Íslandi seinastu
75 árini.