Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendski forsetin vitjar Klaksvík

Jóhann Lutzen

Í morgun koma forseti Íslands Guðni T. Jóhannesson og forsetafrú Eliza Jean Reid til Klaksvíkar har borgarstjórin Jógvan Skorheim og frú Vígdis Skorheim hava móttøku fyri teimum

Í morgun koma forseti Íslands Guðni T. Jóhannesson og forsetafrú Eliza Jean Reid til Klaksvíkar har borgarstjórin Jógvan Skorheim og frú Vígdis Skorheim hava móttøku fyri teimum

Íslendski forsetin og kona hansara komu til landið mánadagin og hava haft eina tætta skrá síðani. Í morgun vitja tey í Klaksvík og seinnapartin vitja tey í Runavík. Norðlýsið fer at fylgja forsetahjúnunum. 
Byrjað verður við móttøku í býráðshúsinum í morgun har Jógvan Skorheim, borgarstjóri fer at greiða Guðni T. Jóhannesson frá um virksemið í Klaksvíkar kommunu.
Síðani verður farið í Christianskirkjuna har kirkjuráðsformaðurin Jógvan Ravnsfjalltekur ímóti. Alex Sólstein kunnar um kirkjuna, og listamaðurin EdwardFuglø greiðir frá sínum trælistaverkum í kirkjukjallaranum.
Vitjað verður eisini á Looknorth. Stjórin Árni Skaale tekur ímóti og greiður frá virkseminum. 
Á middegi verður farið í Gamla Seglhúsið har Borgarstjórin og frú eru vertir við miðmála
Síðani verður koyrt frá Seglhúsinum til Bakkafrost. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu Torbjørn Jacobsen við makatekur ímóti. Stjórin á Bakkafrost Regin Jacobsen greiðir frá virkseminum og vísir framvirkið. 
Seinnapartin verður siglt við Brimli frá Bakkafrost til Havnar, har tíðindafundur verður umborð.