Í Dag og í morgin verður íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, á almennari vitjan í Føroyum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna er vertur.
Í morgun verður vitjað í Mentamálaráðnum, á Dagstovninum á Hamrinum, í Skúlanum á Argjahamri og á Glasi í Marknagili.
Seinnapartin gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, í Kringvarpið og í Listasavnið.
Í kvøld verður rundvísing í gamla parturin av Tórshavn og í Tinganesi, áðrenn landsstýriskvinnan verður vertur fyri einum døgurða í Fútastovu.
Týsmorgunin verður fyrst vitjað á Søvnum Landsins. Síðani verður flogið í tyrlu út í Koltur, har fylgið fær rundvísing og miðmála. Síðan verður flogið vestur í Vágar, har gestirnir fara á enn eina dagstovnavitjan, hesaferð í Miðgarði í Miðvági.
“Tað er altíð hugaligt at røkja norðurlendsku mentanarsambondini, ikki minst við grannar okkara í Íslandi,” sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
“Við at knýta londini tættari saman, koma vit bæði lættari og skjótari á mál við evnum, sum krevja felags stev. Eisini er tað gull vert at fáa íblástur frá hvørjum øðrum,” sigur landsstýriskvinnan, sum sjálv var á vitjan hjá Illuga Gunnarssyni í Reykjavík á heysti í fjør.
Íslendski mentamálaráðharrin við fylgi fer av landinum aftur seint týsdagin.




