Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendskir myndugleikar nokta Nærabergi sum hevur maskinskaða at koma í íslendska havn

John William Joensen

Í gjár fekk Næraberg maskinskaða og rak uttan motorkraft. Frá JFK verður sagt at arbeitt var við brekinum út á náttina og tað eyðnaðist at fáa motorkraft aftur so skipið kundi sigla við 4-5 míla ferð. Eftir ætlan skuldi Næraberg koma á Reykjavík í morgin tíðliga men so komu harraboð frá íslendsku stjórnini at føroysk skip sum hava fiska grønlendskan makrel ikki eru vælkomin í íslendska havn.

Íslendska Vinnumálaráðið hevur í boðum til JFK gjørt greitt at Næraberg og føroyska manningin eru ikki vælkomin í Íslandi. Grundgevingin er ein avgerð hjá Íslendsku stjórnini um at “ikki Íslendsk skip” sum fiskað ella hava fiskað makrel í grønlendskum sjógvi sleppa ikki at brúka íslendskar havnir. Undantak kann verða givið um skip eru í havsneyð.

Næraberg hevur fingið greitt at vita at hann kann koma at bryggju at gera umvælingar, men skipið sleppur ikki at bunkra, proviantera, taka vatn ella at skifta manning. Føroyska manningin skal halda seg umborð á Nærabergi og kunnu ikki seta fótin á bryggjuna.

Sum støðan er í løtuni verður Næraberg noyddur at venda og seta kós móti Føroyum við 4-5 míla ferð. Seinast vit frættu var Næraberg framvegis á veg móti Reykjavík og manningin hevur tað gott.