Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendskt Stodir sum eigur avleggarar í Føroyska vinnulínum – er fari í gjaldsteðg

John William Joensen

Borsen.dk skrivar fyri løtu síðan at stóra Íslendska íløgufelagið Stodir er farið í gjaldsteðg. 

Felagið sum fyrr at FL-Group gjørdist kent tá tað gjørdi stórar íløgur kring um í heiminum. M.a. Keypti íslendska felagið flogfelagið Sterling í Danmark.
Kreppurakta íløgurfelagið eigur stóran part av feløgum í danmark sum m.a. Royal Unibrew og Landic Property. 

Stodir eigur 32% av kreppurrakta íslenska bankanum, Glitnir, sum fyrr í dag noyddist undir veingjabreiðið hjá íslendska tjóðbankanum.
Stodir eigur í feløgum sum m.a. TM, Property og Baugur.

Eiga í føroyskum feløgum
Seinastu árini hava fleiri av íslendsku íleggjarafeløgunum keypt seg inn í føroyskt vinnulív – men hóast hetta kemur kreppan í íslandi neyvan at raka føroyskt vinnulív beinleiðis. 

Í ringasta fall verða íslendsku íleggjarafeløgini noydd at selja partabrøvini í føroyskum vinnufyritøkum og so er góður møguleiki hjá leiðslum at ogna sær partabrøvini fyri ein rímuligan prís.