Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendskur ES-limaskapur broytir einki

John William Joensen

sigur Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharri, sum undirstrikar at við verandi ríkisrættarligu støðu fer Fólkaflokkurin ikki at ganga við til at Føroyar fara inn í ES

Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharri sigur at tað kemur ikki óvart á landsstýrið at íslendska stjørnin nú fer at biðja um samráðingar um ES-limaskap.

– Vit hava fylgt tilgongdini í Íslandi og kunnu staðfesta at íslendingar snakkað um ein ES-limaskap við undantøkum. Ynski um undantøk fer neyvan jaliga móttøku í Bruxell,  tí tað ikki nakað sum ES hevur hug til at veita nýggjum limum. 

– Hinvegin vil eg ynskja Íslandi alt tað besta um teir velja at fara inn í ES men eg vænti at tað verður ein drúgv tilgongd.

Føroyska støðan óbroytt
Jørgin Niclasen, sigur at fráboðanin hjá íslendsku stjørnini broytir einki í Føroyum. 

– Um teir koma so langt sum at søkja um limaskap í ES, so broytir tað einki í sambandinum millum Føroyar og Ísland. 

– Fer Ísland inn í ES so fara allir sáttmálar millum Føroyar og Ísland úr gildið og vit mugu samráðast við Bruxell ístaðin, men tað er heldur ikki óvanligt eitt nú tá nýggjar stjørnir taka við valdinum. 

– Um Føroyar skulu gerast partar av ES er eitt evni sum vit skulu taka støðu til her í Føroyum og hendan støðutakan hevur einki við Ísland at gerða. Sum formaður í Fólkaflokkinum má eg gera vart við at tað kemur ikki uppá tal at søkja um ES limaskap sum partur av danska ríkinum – tí tá missa vit alla ávirkan á okkara egnu framtíð. 

Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum sigur at samskiftið millum føroyskar og íslendskar myndugleikar er sera gott og at íslendingar hava ynskt at fingið eina samstarvsnevnd – mannað av tinglimum – fyri at samstarva og samskifta tættari um Hoyvíkssáttmálan. Hann undirstrikaði annars at uttanríkisráði arbeiðir av øllum alvi við ES spurninginum og at higartil hava føroyingar ongar trupuleikar havt av at fingið tær avtalur við ES sum man hevur ynskt.

Harleywoodpaint