Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslenska felagið ÍSTAK skal bora tunnilin til Hov

John William Joensen

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk, váttar at teir í løtuni leggja seinastu hond á samráðingarnar við íslendska felagið ISTAK, um tunnilsgerðina millum Øravík og Hov.

– Enn eru onkrir smálutir ikki komnir upp á pláss men vantandi verður sáttmálin klárur at undirskrivað mikudagin, segði stjórin á Landsverk í stuttari viðmerking.
Munurin ikki stórur
Á heimasíðuni hjá Landsverk, sæst at munurin millum feløgini sum lótu inn tilboð ikki var stórur. Tó var tilboði frá Byggitek og NCC Suðuroyar konsotii dýrast.

Ístak
126.668.934,-

Articon og Leonhard
Nielsen & Sønner
130.898.479,-

J&K og MT Højgaard Føroyar
131.608.093,63

Byggitek og NCC
Suðuroyar Konsotii
140.972.100,-