skrivar ísraelska blaðið Jerusalem Post á heimasíðuni www.jpost.com
At Ísraellittar vænta at vinna á Tórsvølli er eingin ivi um.
Jerusalem Post skrivar m.a. at venjarin hjá Ísrael, Avraham Grant, hevur broytt vanligu verjukendu uppstillingina til eina uppstilling sum er sera álopskend.
Alt annað enn ein sigur er ein katastrofa tí so hevur Ísrael ongan møguleika at koma víðari. Sjálvt við sigri á Føroyum í kvøld kunnu ísraellittar ikki einsamallir avgera um teir koma víðari.




