Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísrael, útvarpið og Hamas

Oliver Joensen

9.400 rakettir úr Gaza inn í Ísrael síðani 2003. Men hvør er sannleikin og veruleikin aftanfyri ísraelsku álopini og innrásini í Gaza?

Tað var ótrúligt at hoyra Høgna Mohr útvarpsmann seta Jørgen Niclasen, uttaríkisráðharra, einvegis spurningar í útvarpinum í gjár, sum um Ísrael var hin stóri syndarin í hesum eljustríði, sum fer fram í Gaza í dag. Spurningarnir tóktust vera einvegis og settir eftir Hamas-leisti.
Eingin, heldur ikki ísraelsmenn, eru fegnir um krígsstøðuna millum Hamas og Ísrael, ið elvir til mangar sorgarleikir, sum ein krígsstøða altíð ger.

9.400 rakettir úr Gaza inn í Ísrael síðani 2003
Men hvør er sannleikin og veruleikin aftanfyri ísraelsku álopini og innrásini í Gaza?
Síðani 2003 eru 9.400 rakettir og spreingivarparar sendir úr Gaza inn í Ísrael.
Í 2005 tók Ísrael seg úr Gaza sum ein part av “land fyri frið” politikkinum hjá Ariel Sharon. Túsundatals jødar vóru noyddir at flyta úr húsum sínum í Gaza tí ísraelska stjórning hevði gjørt eina avtalu við palestinsku myndugleikarnar. Heilar ísraelskar bygdir og bygdaløg, á stødd við Klaksvík, vóru javnaðar við jørðina – av jødiskum myndugleikum, tí økið skuldi verða givið palestinsku myndugleikunum í Gaza. Vit sóu grátandi jødiskar kvinnur og børn, sum vóru rikin úr heimum sínum, sum ein partur av eini friðaravtalu.
Nú skuldi alt verið gott. Palestinar høvdu fingið síni krøv uppfylt. Ísrael var farið úr Gaza. Á, nei, víðgongdu rørslurnar við Hamas á odda, vóru ikki nøgdar.
Síðani Hamas tók valdið í Gaza hevur verið púra galið. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini. Mestsum hvønn tann einasta dag hava rakettir verið sendar úr Gaza inn í Ísrael, uttan at heimsins tíðindastovur hava latið við seg koma. Tá mótmæltu grannar okkara Noreg, Ísland og onnur lond ikki. Og tá vóru heldur ongar kravgongur í hesum londum.

Í 2008 vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr Gaza inn í Ísrael.
Serstakliga býurin Sderot hevur verið dýktur undir í rakettum frá Hamas. Mestrsum hvønn dag í ár so mong hava íbúgvararnir í Sdereot og aðrastaðni verið noyddir at fara í bumbuskýli. Men hetta hevur ongan umrøðuáhuga havt hjá heimsins tíðindastovnum.
Í vápnahvíldartíðarskeiðinum millum Hamas og Ísrael 19. juni til 19. desember í fjør sendi Hamas 543 rakettir og spreingivarparar inn í Ísrael.

Hams hevur skotið rakettir av handahógvi
Øll hesi raktett- og spreingivarparaálopini úr Gaza hava verið gjørd við tí endamáli at oyðileggja og drepa so nógvar jødar sum gjørligt, børn, kvinnu og menn. Ongi hernaðarmál hava verið nær í námind av har sum rakettirnar hava rakt. Nú ein dagin varð ein barnagarður í Ísrael raktur.
Síðani álopini úr Gaza byrjaðu í 2001 hava 28 fólk í Ísrael latið lív, summi av hesum hava verið palestinar og arbeiðarar úr øðrum londum, sum hava arbeitt í Ísrael.
Í hesum sama tíðarskeiðinum, 2001-2008 eru 1000 fólk í suður-Ísrael særd av somu rakettálopum. Í heili 8 ár hava ísraelsmenn verið dýktir undir í rakettum og spreingivarparum úr Gaza. Rakettirnar hjá Hamas í Gaza kunnu í dag náa 750.000 av ísraelsku íbúgvunum.

Eitt verjustríð
Hetta eru nakrir av veruleikunum aftanfyri ísraelska álopið á Hamas, sum er longdi armurin hjá iransku stjórnini í Teran, ið fóðrar Hamas við vápnum. Hesi bæði ynskja at Ísrael verður strikað av landakortinum og at allir jødar verða dripnir. Tí skal stríð Ísraels við Hamas skiljast sum eitt verjustríð fyri borgarar landsins – sum at sleppa at liva í friði í egnum landi.
Svenning av Lofti