Carmi Gillon, sum seinastu tvey árini hevur verið umboðsmaður Ísraels í Danmark, er í hesum døgum saman við konu síni á óalmennari vitjan í Føroyum, sum Felagið Føroyar-Ísrael er vertur fyri. Hósdagin var hann á vitjan í Klaksvík, her Steinbjørn O. Jacobsen var vertur.
Í Klaksvík vitjaði umboðsmaðurin fyrst inn í býráðshøllina, har hann og kona hansara, sum eisini er við á ferðini, vórðu kunnaði um kommununa og ymisk samfelagsviðurskifti.
Umboðsmaðurin var væl nøgdur við kunningina frá býráðsumsitingini, og eftir nakrar klavertónar frá Alexi Sólstein og ein kaffimunn varð farið innar í Kunningarstovuna, har Christian Olsen kunningarleiðari greiddi frá ymiskum viðurskiftum, m.a. tí føroyska fuglalívinum, sum tóktist at hava teirra áhuga.
Eftir hetta gekk leiðin niðan í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein gav eina meistarliga frágreiðing um prýðiligu kirkjuna og ikki minst altartalvuna. Eftir eina hugtakandi lýsing av bátinum, sum hongur uppi undir loftinum í kirkjuni, sang Alex at enda eitt brot úr sálminum Nú leiti eg til tína náði. Her er tað eingin, sum tekur Alex.
Borgarstjórin var síðan vertur við eina føroyska máltíð á Hotel Norð, og áðrenn gestirnir klokkan gott fýra fóru avstað aftur við Dúgvuni, varð vitjað í spildunýggja virkisbygninginum hjá P/f Kryvjing, har Heini Gregersen stjóri greiddi frá um framkomnu útgerðina har.
Eitt, sum var serstakt fyri hesa vitjanina, var tann lutfalsliga stóra manningin av trygdarfólki, sum fylgdu ísraelska ambassadørinum. Ikki færri enn fýra trygdarmenn fylgdu umboðsmanninum á vitjanini. Ein føroyskur politistur, tveir danir, og so var ein ísraelskur trygdarmaður við, sum starvast á umboðsstovuni í Keypmannahavn.
Ein sera væl eydnaður túrur, helt tann forkunnugi gesturin fyri og takkaði fyri blíðskap og áhugaverda kunnan um Klaksvík.




