Hóast sjógvurin um Føroyar er heitur alt árið, so kemur tað meira enn so fyri, til dømis á Skálafjørðinum, at eitt tunt lag av ísi leggur seg á sjógvin eina stjørnuklár nátt.
Hóast farna náttin ikki var av teimum kaldastu, so lá í morgun eitt lag av ísi á fjørðinum, sum myndirnar vísa.
– Og sum tað eisini sæst á myndunum, so er framvegis eingin grund til at finna sær skoyturna fram.




