HM tipping: Teir tríggir tippararnir síggja rættuliga ymiskt uppá, hvussu dagsins størsti dystur fer at enda. Tað er eingin ivi um, at Italia-Uruguay er mest spennandi dysturin í dag.
Regin Sivertsen liggur framvegis á odda í tippikappingini á Norðlýsinum. 2 stig eru niður til hinar báðar. Í dag grundgevur Kristian Joensen og tað er uppá Italia-Uruguay dystin, at hann skal hála inná í dag.
Kosta Riga – Ongland. Kosta Riga er heldur óvænta komið víðari úr bólkinum og Ongland hevur aftur í ár megna at skuffa okkum, Hjá Kosta Riga merkir ein javnleikur her at teir vinna bólkin við vissu og fara teir heilt sikkurt eftir tí, her verður X (Odds 3,90)
Italia – Uruguay. Hettar man metast sum dagsins dystur, Uruguay fekk eina elendiga byrjan uppá HM, men teirra avrik móti Englandi ger, at ein kundi trúð at teir eisini megnaðu at vinna á Italia. Men Italia hevur tað við at koma langt í HM kappingum og tað koma teir eisini hesaferð. 1 (Odds 2,55)
Grikkaland – Fílabeinsstrondin. Grikkar hildu lív í HM vónini seinast, tá teir við 10 monnum megnaðu javnleik móti Japan. Eg dugi ikki at síggja hvussu grikkar kunnu skorða mál, tá teirra álops partur er ótrúliga ringur. Fílabeinsstrondin verður ársins yvirraskilsi undir HM og vinna teir dystin her við einum málið. 2 (Odds 2,05)
Japan – Kolumbia. Japan hevði eina fína upptakt til HM og var vænta nakað av teimum. Kolumbia hevur gjørt tað frálíkt og eru teir trygt víðari í kappingin. Kolumbia vil gera tað 100 % og vinna teir eisini hendan dystin . 2 (Odds 2,0)
Eg tippi í dag:
84 Kosta Riga – England Meir enn 2,5 mál 2 (odds 1,77)
99. Italia – Uruguay. Baði liðini skorða 1 (odds 1,72)
115. Grikkaland – Fílabeinsstrondin 2 (odds 2.05)
Japan – Kolumbia 2 (odds 2.00)
Eg satsi í dag:
36363. Mario Balotelli skorðar minst 2 mál í dystinum 1 (Odds 10.00)
Hinir tippa
Ragnar Joensen:
Italia-Uruguay x
Kosta Rika-Ongland 1
Japan-Kolumbia 2
Grikkaland-Fílabeinsstrondin 2
Regin Sivertsen:
Italia-Uruguay 2
Kosta Rika-Ongland x
Japan-Kolumbia 2
Grikkaland-Fílabeinsstrondin 2
Støðan:
1. Regin Sivertsen 20 stig
2-3. Kristian Joensen 18 stig
2-3. Ragnar Joensen 18 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




