Í samband við at italskur tjóðardagur júst hevur verið, og italski sendiharrin vitjar í Klaksvík komandi dagarnar, verður konsert í Ósaskúlanum mánakvøldið kl 18:30
Í samband við at italskur tjóðardagur júst hevur verið, og italski sendiharrin vitjar í Klaksvík komandi dagarnar, verður konsert í Ósaskúlanum mánakvøldið kl 18:30
Italski klaverleikarin Paolo Russo og danska songkvinnan Katrine Krog Russo koma til Føroyar í komandi viku, og í annakvøld kl. 18.30 fara tey at framføra í Ósaskúlanum.
Paolo Russo spældi konsert í Norðurlandahúsinum í september í fjør og bergtók við sínum spæli á klaver og bandoneon, ið var í heimsflokki.
Russo kemur til Føroyar saman við konu síni songkvinnuni Katrine Krog Russo. Tey hava saman framført nógv og eisini innspælt fløguna “Sange tæt på”, við løgum ið byggja á danska vísusangarvin
Bæði Paolo og Katrine eru úrmælingar á sínum ljóðføri, og hava bæði fingist við tónleik síðan tey vóru børn.
Tiltakið í Ósaskúlanum er ókeypis




