Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Italski sendiharrin í Danmark vitjar Klaksvík

Dávur Winher

Í dag kom italski sendiharrin í Danmark, Stefano Qeirolo Palmas, á kurteisisvitjan í Føroyum í sambandi við italska tjóðardagin.


Við sær hevði hann viðurkenda italska klaverleikaran, Paolo Russo, og songkvinnuna, Katrine Krog Russo, sum fara at hava konsertir í Føroyum. Við í ferðini eri eisini professaran við lærda háskúlan í Rom, Carlu Del Zotti, sum fer at hava fyrilestrar um sambandið millum katólsku kirkjuna og oyggjarnar í Norðurhøvum í miðøld, og hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.

Italska ferðalagið kom til Føroya seinnapartin, og varð skipað fyri konsert við Paolo Russo og Katrine Krog Russo í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Eftir ein lítlan bita varð skipað fyri útferð til norður við Kunoynni, yvir á Mikladal og norður í Kallsvík við bjargingarbátinum, Ziska. Á veg norður gjøgnum Kallsoyarfjørð, var lagt at Norðuri í Stovu – eitt stórt loft við einum látri innast. Her var stórsligið og hugtakandi, og ikki minni tá ið Andras Sólstein spældi tveir vakrar sálmar á kornettiini inni har.  

Ein frálík ferð, sum hugtók gestirnar.

Í morgin vitjar ferðalagið Kósina í Klaksvík, Christian í Grótinum og kjallaran í Christianskirkjuni, har listamaðurin Edward Fuglø fer at greiða frá um listaverkið, Jesus úr Nasaret. Tað er mentanar- og vinnuleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Palli Ziskason, sum vísir ferðalagnum runt.

Týsdagin skipa Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum fyri almennari móttøku í Gamla Seglhúsinum, har Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, er vertur. Á móttøkuni fer Carla Del Zotti, professari, at halda ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.

Mikudagin verður ferðalagið í Havn, har sendiharrin skal hitta ymisk umboð fyri almennu Føroyar. Eitt nú skal sendiharrin á fund við Fróðskaparsetrið og landsstýrismannin við mentamálum um samstarv við universitetið í Rom. Mikudagin heldur Carla del Zotti almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum um sambandið millum katólsku kirkjuna í Rom og bispadømini í Norðurhøvum.

Eisini í høvuðsstaðnum fáa tey tónleikahugaðu høvi at hoyra úrmælingarnar Paolo og Kristine Russo á konsert í Reinsarínum – hetta verður mikukvøldið.

Endamálið við ferðini og tiltøkunum annars er at eggja til tættari vinnulig og mentanarlig samstørv millum Føroyar og Italia. Eitt nú kann samstarvið millum granskarar á lærdu háskúlunum í Rom og í Føroyum varpa nýtt ljós á søgu Føroya í miðøld – og so mikið annað verður boðað frá um ferðina.