Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttarbreyt á miðnámsskúla

Norðlýsið

Nýggj spennandi miðnáms-ítróttarbreyt á Føroya Handilsskúla á Kambsdali komandi skúlaár.

Komandi skúlaár verður møguligt hjá ungum dugnaligum fótbóltsleikarum at ganga á ítróttarskúla og miðnámsskúla samstundis. Eitt royndarsamstarv millum Føroya Handilsskúla á Kambsdali, Ítróttarsamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya fer komandi ár at geva leikarum møguleika at venja tveir fyrrapartar um vikuna og ogna sær ástøðiligan kunnleika um viðkomandi evni ein fyrrapart. Talan er um eina royndarverkætlan, sum í framtíðini kann víðkast til at umfata fleiri ítróttargreinir og miðnámsskúlar.

Føroya Handilsskúli á Kambsdali, Ítróttarsamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya hava avgjørt at fara undir eina royndarverkætlan, ið byggir á somu skipan, ið feløg í hinum norðurlondunum nýta í samstarvi við miðnámsskúlarnar fyri at menna evnarík ítróttarfólk enn meira.

Avgerandi ungdómsár

Endamálið við nýggja skúlatilboðnum er at geva ungur evnaríkum leikarum ein serstakan møguleika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár. Í ítróttarligu menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnámsskúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venjing geva góð úrslit.

Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning. Rættur liviháttur kann vera avgerandi fyri, um tey seinni kunnu standa seg sum yrkisítróttafólk. Rættur liviháttur og miðvís venjing eru treytað av, at tey ungu tilvitað velja at liva sum ítróttafólk.

Venjing og ástøði

Ætlanin er, at næmingarnir tveir fyrrapartar um vikuna hava venjingar og ein fyrrapart hava ástøðiliga frálæru um m.a. venjingar-, krops- og kostlæru. Samanlagt er talan um 6 tímar um vikuna, sum vera knýttir at ítróttarpartinum, ið verður tilrættarlagdur í tøttum samstarvi við feløgini hvaðani leikararnir koma.

Afturat hesum er ætlanin at fyriskipa setursskúlar, ið samstundis eru venjingarlegur og uttanlands námsferð.


Fólk við royndum stíla fyri

Dentur er lagdur á, at tað er fólk við dyggum førleikum og royndum, ið koma at standa fyri verkætlanini.

Samskipari av verkætlanini verður Sølvi Reinert Hansen, ítróttar og ungdómsráðgevi hjá ÍSF. Sølvi hevur áður starvast á Handilsskúlanum og hevur eisini nomið sær útbúgving innan lestrarvegleiðarayrki. Sølvi hevur harumframt drúgvar royndir sum virkin íðkari inni frælsan ítrótt.

Høvuðsvenjari verður Eyðun Klaksstein, ið hevur UEFA A-venjaraprógv og drúgvar royndir sum ungdómsvenjari. Í ár er hann hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum hjá KÍ. Eyðun hevur eisini drúgvar royndir sum leikari á hægsta stigi í Føroyum.

Harafturat er ætlanin at bjóða fólki uttanífrá inn at skipa fyri einstøkum venjingum ella einstøkum pørtum av ástøðiligu frálæruni. Hetta kunnu t.d. vera verandi ella fyrrverandi yrkisítróttarfólk og serfrøðingar av ymiskum slagi.

Kann víðkast

Talan er um eina royndarverkætlan, ið umfatar eina ítróttargrein og ein skúla, men ætlanin er, at verkætlanin skal kunnu útbyggjast til at umfata fleiri skúlaskipanir og fleiri ítróttargreinir í framtíðini.

Fótbóltssamband Føroya hevur stuðla verkætlanini fíggjarliga við venjarapartinum, Ítróttarsamband Føroya við samskiparapartinum og Føroya Handilsskúli á Kambsdali við tí útbúgvingarliga partinum.

Verkætlanin verður lutvíst fíggjað við stuðli og lutvíst við brúkaragjaldi. Brúkaragjaldið er ikki endaliga ásett, men væntast kann, at tað kemur at liggja millum 6000,- og 8000,- krónur um árið.

Áhugaði kunnu venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali ella www.fhk.fo um fleiri upplýsingar. Umsóknarblað og vegleiðing fæst somuleiðis á heimasíðuni.