Tað verða royndir venjarar, sum koma at standa á odda fyri venjingunum á Ítróttarbreytini hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali komandi skúlaár.
Fyri fótbóltsvenjingunum verða tað Eyðun Klaksstein og Sigfríður Clementsen, sum koma at standa á odda og svimjuvenjingunum kemur Petur Heðin á Fløtti at standa fyri.
Eitt av høvuðsmálunum hjá Ítróttarbreytini er, at hon skal hava tað dygd, sum okkara dugnaligastu ítróttarfólk og feløg krevja. Hon skal vera eitt veruligt alternativ til líknandi tilboð uttanlands.
Royndir venjarar stíla fyri
Á fótbóltssíðuni hevur Ítróttarbreytin fingið høvuðsvenjararnar hjá KÍ og EB/Streymi, Eyðun Klakstein og Sigfríður Clementsenm at stíla fyri venjingunum. Hesir koma í felag at leggja til rættis og gjøgnumføra venjingarnar í tøttum samstarvi við venjararnar í feløgunum næmingarnir dagliga leika við.
Á svimjisíðuni verður tað høvuðsvenjarin hjá Fuglafjarðar svimjifelag Petur Heðin á Fløtti, ið fer at stíla fyri. Petur Heðin hevur drúgvar royndir sum venjari og hevur m.a. verið føroyskur landsliðsvenjari. Petur Heðin er eisini kendur sum ein av fremstu svimjarum landsins í 80’unum og 90’unum.
Við hesum trimum venjarum metur skúlin seg hava tryggja dygdina í ítróttarfakliga partinum. Allir tríggir hava drúgvar royndir sum venjarar og eru virknir á hægsta stigi í Føroyum umframt, at teir hava eina fortíð sum íðkarar á hægsta stigi í viðførinum.
Góðir karmar
Skal dygdargóð venjing spyrjast burturúr, er týdningarmikið við góðum venjingarfasilitetum. Skúlin hevur í hesum sambandi havt sera gott samstarv við kommunurnar í økinum.
Á fótbóltssíðuni hevur verið vant á vøllinum í Sarpugerði í Norðagøtu og í ítróttarhøllini á Kambsdali og heldur hetta fram komandi skúlaár.
Á svimjisíðuni er ætlanin at venja í Svimjihøllina í Klaksvík, ið seinnu árini hevur ment seg sera nógv, og í dag hevur fyrsta floks umstøður at bjóða íðkarunum.
Kunning um útbúgvingina
Hóskvøldið 6/3 verður Opið hús á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, har kunnað verður um øll tilboð skúlans komandi skúlaár. Opið er frá kl. 18.00 til 21.00.
Eisini er møguleiki hjá áhugaðum at seta seg í samband við lestrarvegleiðing skúlans og eisini vitja heimasíðu skúlans www.fhk.fo




