Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttardagur

Tíðindaskriv

Almannaverkið bjóðar til ítróttardag á ítróttarøkinum í Leirvík hósdagin 20. juni 2013 kl. 8.30-16.

Almannaverkið bjóðar til ítróttardag á ítróttarøkinum í Leirvík hósdagin 20. juni 2013 kl. 8.30-16.

Skrá fyri ítróttardagin

Kl. 08.30 Innskriving + luttøkugjald

Kl. 09.00 Eysturkommuna bjóðar morgunmat.

Kl. 09.15 Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, bjóðar vælkomin.

Kl. 09.45 Upphiting.

Kl. 10.00 Fótbóltur og boccia.

Kl. 11.30 Kaffi/te, køkur og frukt.

Kl. 12.00 Stafett-kapping og rundbóltur.

Kl. 13.15 Hermann, eindarleiðari, handar heiðursmerkir.

Kl. 14.00 Borðhald v/felagssangi og undirhaldi.

Karstin Hansen, landsstýrismaður, heldur røðu.

”Dólgarnir” spælir tónleik.

Ítróttardagurin er ætlaður persónum við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið. Øll luttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum.

Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og síðst, men ikki minst, at knýta samband millum tey luttakandi.

Um onkur ikki kann/vil luttaka í kappingunum, er viðkomandi tó vælkomin við sum fjeppari.

Kappast verður í hesum ítróttargreinum:

Fyrrapart: Fótbóltur og boccia

Seinnapart: Stafett-renning og rundbólt

Til ber at luttaka í 2 ítróttargreinum. Í samband við innskrivingina í Leirvík skal boðast frá hvørjari grein ein ynskir at luttaka í.

Tá kappingarnar eru lidnar verða heiðursmerki latin vinnandi liðunum og einstaklingunum.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni á tlf. 297372, 297373 ella við at senda ein teldupost til: annikah@av.fo.

Luttøkugjaldið á kr. 150 skal gjaldast í samband við innskriving í Leirvík kl. 8.30.

Við í prísinum er morgunmatur, frukt, kaffi/te, køkur og borðhald.

Harleyfacadeacryl