Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttardómstólurin hevur áður hildið fast við mannagongd

John William Joensen

Dómur hjá dómsnevndini í HSF bleiv ógildaður tí at dómsnevndin broytti mannagongd í viðger av einum einstøkum málið

Í stuttum snúði málið seg um, at í dystinum millum 1. kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni tann 19.mars 2006 slær neistaleikarin Nicoletta R. Hansen stjørnuleikaran Báru S. Klakkstein. Dómararnir síggja ikki hendingina og taka tí ikki støðu.
Hendingin var upptikið á sjónband og víst i sjónvarpinum.
Hóast kappingarnevndin hjá HSF ikki vildi brúka sjónvarpsupptøkur tí tað ikki var vanlig mannagongd, broytti dómsnevndin hetta og dømdi leikaran.

Úrskurður Ítróttardómstólsins:

Sambært viðtøkunum hjá HSF er einki nevnt um sjónbandaupptøkur. Í grein 2 stk. 4, 2.pkt er ásett, at Hondbóltssambandið hevur ábyrgdina av, at hondbóltsreglurnar eru í neyvum samsvari við galdandi altjóða reglurnar (IHF). Í dómsnevndarúrskurðinum verður sagt, at IHF ikki sjálvt nýtir videoupptøkur í málum av hesum slagi, men at tað er upp til einstøku limasambondini at taka avgerð um hetta.

Staðfestast má, at tað er einki forboð í reglum HSF’s at nýta sjónbandaupptøkur í slíkum málum, men at siðvenja hevur higartil verið ikki at nýta sjónbandaupptøkur og at hvørki nevnd ella aðalfundur hjá HSF hava tikið støðu til spurningin.

Dómstólurin metir, at avgerðin um at brúka sjónbandaupptøku í slíkum málum er so principiellur, at hon kann ikki setast í gildi í viðgerð av einari einstakari kæru.

Ítróttardómstólurin er tí samdur um, at avgerðin hjá Dómsnevndini, sum einans byggir á sjónbandaupptøku, verður ógildað. Leikbannið hjá Nicolettu R. Hansen verður sett úr gildi beinanvegin.

Tórshavn 25. mars 2006
Anja Hovgaard, formaður
Poul Hansen, nevndarlimur
Børge B. Hansen, nevndarlimur