Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttardómstólurin upp í HB málið

John William Joensen

VB/Sumba hevur sent áheitan til ÍSF og ítróttadómstólin, um at taka málið viðvíkjandi Páll Mohr Joensen upp til nýggja viðgerð.

Bogi Mortensen, sigur við Norðlýsið at dómúrskurðurin hjá Dómsnevndini kann ikki sleppa at standa einsamallur tí hann er ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt.
– Vit hava í fyrstu syftu sent eina áheitan á ítróttardómstólin um at taka málið um Páll Mohr Joensen uppaftur av nýggjum.
– Vónandi verður ikki neyðugt at fara inn í málið við stevning, men tað kann gerast neyðugt, sigur Bogi Mortensen, sum er nevndarlimur í VB/Sumba.