Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttarfeløgini borðreiða til við Brúnna!

Oliver Joensen

Aftur í ár eru ítróttarfeløgini í Sundalagnum ein partur av tiltakinum við Brúnna.

Feløgini skipa í felag fyri m.a. matsøluni á økinum.

Høvið verður at keypa smyrjibreyð, nýgjørdar vaflur við tilhoyri, pylsur og ymiskar drekkivørur. Og sjálvandi verður aftur møguleiki at keypa sær ein góðan sundabúff.

Sum nakað nýtt verður í ár høvið hjá børnunum at keypa ymiskt, ið tey sjálvi sleppa at grilla á bálinum uppi við skúlaøkið, aftaná barnatiltakið kl. 18.00.

Eisini skipa feløgini fyri ymsum kappingum á økinum, har børn og vaksin kunnu royna eydnuna.

Feløgini, sum eru við í ár eru ítróttarfeløgini KÍF, EB/Streymur, Talvfelagið Rókur, Sunda Judofelag, Sunda Róðrarfelag umframt Eiðis Ljómfelag.