Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttarhallir verða dagførdar

John William Joensen

Dagføringar og umvælingar verða gjørdar í Hoyvíkshøllini og Ítróttarhøllini á Hálsi í næstum.

Tórshavnar Býráð haevur samtykt eftir uppskoti frá mentamálanevndini at játta pening til hesi arbeiði.

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini sigur, at í Hoyvík snýr tað seg um at bøta munandi um nýtslumøguleikarnar, so tað nógv vaksandi fólkið í Hoyvík fær fjølbroyttar møguleikar at brúka høllina. Har er ætlanin at byggja aftrat suður úr høllini. Byggjast skulu 520 fermetrar tilsamans í tveimum hæddum.

Í fyrstu atløgu verður niðara hæddin í aftratbyggingini innrættað. Har verða høvuðsinngongd og forhøll, sum hevur vantað í høllini, ið upprunaliga er hygd sum ein venjingarhøll. Har verða eisini tvey nýggj umklæðingarrúm við brúsum til ítróttafólk aftrat teimum báðum, sum eru frammanundan. Eisini verða ymsar goymslur og toilett til áskoðararnar.

Ovara hæddin verður ikki innrættað í hesum umfarinum, men verður fyrireikað til lyft millum hæddirnar.

I tí stóru Ítróttar- og Samkomuhøllini á Hálsi er ætlanin at gera alla eystursíðuni av nýggjum. Klædningur og vindeygu verða skift, og umklæðingarrúmini, sum eru 40 ára gomul, verða gjørd av nýggjum eins og toilettini, sigur Jógvan Arge.

Frá fyrsta degi hevur høllin havt tvey stór umklæðingarrúm til ítróttafólkið. Nú verða tey innrættað av nýggjum, so tey verða fýra í tali. Tað gevur nógv betri umstøður hjá brúkarunum.

Fyri fáum árum síðani vórðu øll matstovan og køkurin í høllini á Hálsi gjørd av nýggjum.

Harleywoodpaint