Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, Eyðun Klakstein høvuðsvenjari og fleiri onnur vitjaðu í KÍ-café’ini leygarmorgunin til ein kaffimunn frá KÍ, sum nú er 103 ár.
Risar hava tað við at gerast gamlir. Ein tann kendasti her á landi, sum tó ikki er so øgiliga stórur av vøkstri, Trølla Pætur, við sínum níggju høvdum, sigst vera áleið 517 ára gamal.
Heilt so gamal er ítróttarisin í Norðoyggjum tó ikki, men KÍ hevur tó runda øldina, og leygardagin fylti felagið 103, og hetta varð hátíðarhildið við, at bjóðað varð til morgunkaffi í KÍ-café’ini.
Myndir av farnum dystum og minniligum sigrum vórðu vístar upp á eitt lørifti, samstundis sum tey vitjandi sótu í hugnaligu felagshølunum og prátaðu við borðini.
Prátið mundi røkka víða um, men ásannast skal, at tann góða gongdin hjá Formuladeildarliðnum í seinastuni fylti sín rúma part av samskiftinum, har semja var um, at dysturin dagin eftir – ímóti oddaliðnum B36 á útivølli – var ein torførur dystur, men vónin um eitt gott úrslit var tó eisini eyðsýnd.
—
KÍ, sum er næst elsta ítróttafelag í landinum, er í dag eitt tað størsta fótbóltsfelagið, um ikki tað størsta, í landinum við teimum fleiri liðum í flest øllum deildum og árgangum.
Somuleiðis er felagið, bæði søguliga og í dag, millum tey feløg, sum hava vunnið og árliga vinna eina flest heiðursmerki og sigrar.
Hetta er bæði galdandi fyri mannligu síðuna, men ikki minni fyri kvinnupartin, har KÍ man vera Føroya suverent mest vinnandi felag.
Tí hevur KÍ ein serstøðu millum norðoyingar og í býnum Klaksvík – ein støða, sum verður staðfest til flestu heimadystir hjá Formuladeilarliðnum, har áskoðaratalið aloftast er tað størsta til fótbóltsdystir yvirhøvur í føroysku kappingini.
Hiðani av Ítróttar-Norðlýsinum skal ljóða eitt hjartaligt tilukku við degnum!
KOYR Á KÍ !!




