Í samband við at KÍ nú verður 100 ár høvdu feløg í býnum skipað fyri einari sokallari ítróttarnátt fríggjakvøldið har ymiskt var á skránni.
Tað byrjaði við eini skrúðgongu frá býráðshúsinum niðan á parkeringsøkið við høllina. Har vóru røður hildnar og síðani fóru ein røð av tiltøkum av bakkastokkið.
RC-felagið skipaði fyri modellbátasigling í svimjuhøllini har nóg nýttu høvi at sigla við fjarstýrdum bátum.
Bjargingarfelagið skipaði fyri ymsikum nirri á sandinum. M.a. sjóðraðu teir fólk yvir um vánna.
Mjølnir hevði eitt tiltak í fimleikarhøllini har fólk kundu læra at spæla flogbólt.
Jógvan Heinesen var gestakokkur í Cafe KÍ har hann grillaði búffar.
Rossafelagið hevði titak við kappróðrarnesti.
Kappróðrarfelagi hevði opið hús har fólk kundu royna rógvumaskinurnar og bátarnar.
Treysti, sum eisini heldur til í kappróðrarnestinum, lat fólk royna rennimaskinuna.
Fimleikarfelagið og Badmintonfelagið høvdu eisini tiltøk har fólk kundu royna seg innan teirra ítróttagreinar.
KFUM & K skótarnir bygdu eina skótalegu i miðbýnum har fólk m.a. kundu royna at grilla breyð.
Sjónleikarfelagið hevði sjónleik og framførslu við skýli. Skúlaskipið Dragin hevði opið hús og Froskmannafelagið hevði ein serligan gummibát sum var drigin aftaná einum speedbáti.
Tey úr Solo høvdu sangmøti á pallinum hjá Norðoya Sparikassa sum var settur upp aftan fyri KÍ-høllina.
Talvfelagið hevði kapping í snartalivð og á vøllinum var stór stafettrenning har kappast var millum ymiskar felagskapir og virkir í býnum.
M.a. kappaðust Shell og Statoil, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, Com-Data og Føroya Tele og fleiri.
Eisini kundi fólk royna seg at ganga á stúltum og at skjóta brotsspark móti fremstu KÍ málverjunum. Eisini var konsert í Atlantis við gospelbólkinum Iam.
Á miðnátt vart kvøldseta við felagssangi og ókeypis súpan.
Hóast veðrið ikki var av tí besta so vitjaðu nógv fólk tiltøkini og tey hugnaðu sær óført.
Tillukku KÍ




